Høvundaverksmiðjan “Kava í minnisdýpið” á Listaskúla Føroya

21. til 23. mars verður nýtt skriviskeið á Listaskúla Føroya.

FBheader-01

Arbeiðssetningurin á hesum fyrsta skeiðnum er:

Kava niður í minnisdýpið
og skriva teg upp aftur

Leiðarar á skeiðnum verða Petur Pólsson og Rakel Helmsdal, rithøvundar. Umframt tey, kemur onkur áhugaverdur gestur á gátt at víðka um og leggja afturat evninum.

Hesa lýsing geva Petur og Rakel av skeiðnum:

Undirvitska okkara goymir alt, vit uppliva, tað vit síggja, lesa, hoyra, smakka, droyma. Alt fer tað inn í hendan ótrúliga kassan sum er okkara minni, og sum er sum eini gandahús, nógv størri innan enn uttan.
Við skriviamboðum kava vit niður í gandagoymsluna, tí her er ovmikið at taka av. Vit fáa tey upp í einum meldri, alt hvørt millum annað, og av hesum sama so himmalska frælst: Vit kunnu nýta tey, sum vit vilja! Veruligar hendingar blandaðar við dreymar og so yrkja vit eitt sindur afturat og voila! Vit hava ein tekst, sum er púra nýggjur, hvørki veruleiki ella fiktión, men kortini bæði.

Vit arbeiða í stórum og smáum bólkum og eisini hvør sær. 
Møguleiki er at velja seg inn á ymsar verkstovur, alt eftir áhuga. 
Hetta er bæði fyri leik og lærd. Tey, sum eru von at skriva, fáa eitt skump og ein nýggjan vinkul og tey, sum júst eru byrja, fáa hjálp at seta ferð á og leypa upp frá.

Skeiði verður hildið á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, í Hornabø, Havn.

Tekningin fer fram á tlf. 311743 ella á telduposti: haskulin@haskulin.fo.

LivaSkriva er eitt vistarskeið. Undirvísing, matur og gisting kosta 1500 kr.

 

Nærri skrá fyri skeiðið kemur seinni.

header2

Kava niður í minnisdýpið og skriva teg uppaftur

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

4 Responses to Høvundaverksmiðjan “Kava í minnisdýpið” á Listaskúla Føroya

  1. Pingback: Altjóða marionettdagur - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Bílegg eitt skrivskeið - Rakel Helmsdal

  3. Pingback: Farin skeið | Listaháskúli Føroya

  4. Pingback: Farin skeið – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *