Ummæli av leikum hjá Karavella Marionett-Teatri

Hesi ummæli hava verið av leikunum hjá Karavella Marionett-Teatri:

Dansa-so-væl-og-leingi---plakatUm Dansa so væl og leingi

Hanna Jensen, forkvinna í Mentanarnevnd Løgtingsins, skrivaði 9. apríl 2016 m.a hetta á Facebook:

”Ígjøgnum sýningina sóu vit sál, líðing, offur, kærleika, vakurleika, náði, ja satt at siga eitt blunk av ævinleika inn í ítøkiliga einstaklinga og felagsliga veruleikan.”

”Innihaldsliga er leikurin sum eitt ævintýr, men tó eisini sum ein modernaður tekstur, har dulvitskan fær rúm gjøgnum dreym og tann visuelli tvídráttur millum dukkurnar elur fram ímyndan um nýggjan prosatekst. Evnini, ið verða viðgjørd, eru tey heilt stóru: kall, dreymur, varandi kærleiki, útlongsul og heimlongsul, men eisini trivnaður, list í samfelagnum, fjølbroytt samfelag, tað globala sett upp ímóti tí lokala v.m. Sum ævintýrið, er leikurin bygdur á frymilin heima-úti-heima – heima er í nærumhvørvinum (í Føroyum?) og úti er í París.”

Les alt ummælið HER

Gunnvá Zachariasen, sjónleikari, skrivaði 9. apríl 2016 m.a hetta á Facebook:

“Eitt er handverkið – dukkurnar og pallurin, sum Rakel hevur evnað til. Eg hugsaði, altso hatta kann bert ein gera, sum hevur gingið á dukkumakaraskúla í fleiri ár og hevur arbeitt innan hetta serstaka yrki í rúma tíð. Eitt brá út til okkum, niður á gólv og so út aftur og tú fórt ígjøgnum sera, sera nógvar og samansettar kenslur innan 1-2-3 sekund. Og tað helt seg allan leikin ígjøgnum.”

”Eisini var hetta ein stór søga við teim stóru kenslunum: kærleiki, at fylgja sínum dreymi, longsul (longsul í fleiri, fleiri løgum), vón, sorg, list og tráan, deyði, sakn og at finna heimaftur og kanska at finna eyðnuna, hóast alt.”

Les alt ummælið HER

Um Skrímslini

skrimslini_sjonleikhusGunnvá Zachariasen, sjónleikari, skrivaði á Listablogginum 26. juli 2012 m.a. hetta:

“Vit kenna tey (skrímslini) og teirra trupulleikar so væl aftur í okkara egnu kringlutu mannaverð. Vinalag, klandur, semja, umsorgan, ósketni, ja, alt, sum ger okkara samband við onnur rundan um okkum til tíðir so fløkjut. Í Rakelsa søgum  verður alt tað fløkjasliga fortalt so sára einfalt, rørandi, reinskorið og so stuttligt. Tí dámar okkum beinanvegin hesi sjarmerandi Skrímsl. “Eg eri akkurát sum Stóra Skrímsl!” “Nei, eg eri faktiskt akkurát sum Lítla Skrímsl!” Soleiðis kunnu vit børn og vaksin kjaka við okkum sjálvi um hvønn av teimum ein sjálvur best kann identifisera seg við og hvørs eginleikar vit kenna aftur í okkum sjálvum. Við sama poetiska og  djúpheimspekiliga nærlagni sum t.d. Mumitrøllini hjá Tove Jansson ella vinirnar hjá Palla Pumm. Tey gerast okkara vinir. Vit eru góð við tey. Tí tey ERU bara soleiðis sum tey eru. Gjøgnumførd í sínum karakteri.”

Les alt ummælið HER

One Response to Ummæli av leikum hjá Karavella Marionett-Teatri

  1. Pingback: Leikir – Karavella Marionett-Teatur - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *