Várferðin til Brúnna – Úr Mosakulluni 1

Fyrsta søgan um sniffilin Nóa og vinir hansara.

Sniffilin Nói, eitt heilt lítið smádýr, við rundum kroppi og smáum beinum, finnur eitt grátandi risaskrímsl úti í skóginum. Tí noyðist heimkæri Nói við vinum sínum út á eina langa ferð at loysa gátuna um skrímslið, og lítli sniffilin noyðist at vera djarvari, enn hann vanlig er.

Søgan myndprýdd av einum av fremstu listafólkum okkara, Edward Fuglø, og sigast má, at hetta er hann sloppin væl frá. Bókin er prýdd við stórum myndum og vignettum, og høvuðslitirnir eru bjart reyðir, grønir og gulir.

Bókin kom í 2008, og varð í 2009 innstillað til Barnabókavirðisløn Útnorðurs, sum íslendska Gerður Kristny vann ta árið.

Søgan er ætlað foreldrum at lesa fyri børnum sínum og er tann fyrsta í røðini “Úr Mosakulluni”.

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *