Letland 6. dagur – skrímslaverkstovur / Latvia 6th Day – Monster workshops

So var arbeiðsdagur aftur og saman við Ievu og Sanitu vitjaði eg tvey bókasøvn, har tveir bólkar av børnum vóru komin at hava skrímslaverkstovur.

Tað gekk frálíka væl, børnini arbeiddu hugagóð. Nógv áhugaverd skrímsl vóru skapað og tey fingu tey ráðini at fara aftur í skúlan og gera leikir við sínum skrímslamarionettum.. Stuttligt hevði sjálvandi verið at havt stundir at skapt hesar leikirnar saman við teimum á verkstovuni, men 45 minuttir er alt ov stutt tíð at náa nakað slíkt.

Út á seinnapartin fóru vit avstað til Riga og vegna vegarbeiði á eini brúgv inn í Riga, komu vit fram rættiliga seint.


Now the working days started again. Together with Ieva and Sanita I visited two libraries where groups of children had come to have monster workshops.

Everything went well, and the children worked enthusiastically. Many interesting monsters were created, and the children were sent home with the advice to create plays about their monsters puppets. It would of cause have been lovely to create these at the workshop, but 45 minutes are way to short time.

In the afternoon we left for Riga. Due to road work on a bridge into the city, it became quite late before we arrived.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Letland 6. dagur – skrímslaverkstovur / Latvia 6th Day – Monster workshops

  1. Pingback: Høvundavitjan í Letlandi / Authors visit in Latvia – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.