Nú verður leikhúsið fyribils flutt oman á Tjóðpallin, har høgligari er hjá teknikarunum at seta ljós og ljóð. Har ar pláss og ein verkstaður, har øll útgerð er tøk.
So leygardagin 16. juli tók eg Karavella Marionett-Teatur sundur, koyrdi í bilin og setti upp aftur niðri á Tjóðpallinum. Seinni spældi eg fyri 1. ferð allan leikin ígjøgnum frá enda í annan. Leikstjórin var nøgd 🙂

- Babba hevur givið mær hetta frálíka amboðið. Við hesum er tað eitt spæl at taka sundur og seta saman.

- Hygg! Ljós er í!

- So, nú er (næstan) alt er tikið sundur.

- Her stendur tað í kjallaragongini

- Og mín deiligi sekkjavognur!

- Kassarnir komnir inn. Enn eru teir næstan tómir, tí vit hava enn ikki innrætta teir, so at dukkur og tøkni kunnu búgva í teimum. Tá tað er gjørt, verða teir helst ikki heilt so lættir at fáa upp í bilin…….

- Leikhússtjórin er eisini roadie

- Rokaður leikhúsbilur!

- Alt passar sum fótur í hosu í leikhúsBerlingoin

- Nøgdur leikhússtjóri

- Bilurin tómur aftur, alt tilfarið er nú á Tjóðpallinum
Hello! Þú ert áhugaverð website. Það er gott að heimsækja hérna.
Thanks 🙂