Eitt leikhus verður flutt – 1. partur

Nú verður leikhúsið fyribils flutt oman á Tjóðpallin, har høgligari er hjá teknikarunum at seta ljós og ljóð. Har ar pláss og ein verkstaður, har øll útgerð er tøk. 
So leygardagin 16. juli tók eg Karavella Marionett-Teatur sundur, koyrdi í bilin og setti upp aftur niðri á Tjóðpallinum. Seinni spældi eg fyri 1. ferð allan leikin ígjøgnum frá enda í annan. Leikstjórin var nøgd 🙂
Babba hevur givið mær hetta frálíka amboðið. Við hesum er tað eitt spæl at taka sundur og seta saman.
Hygg! Ljós er í!
So, nú er (næstan) alt er tikið sundur.
Her stendur tað í kjallaragongini
Og mín deiligi sekkjavognur!
Kassarnir komnir inn. Enn eru teir næstan tómir, tí vit hava enn ikki innrætta teir, so at dukkur og tøkni kunnu búgva í teimum. Tá tað er gjørt, verða teir helst ikki heilt so lættir at fáa upp í bilin…….
Leikhússtjórin er eisini roadie
Rokaður leikhúsbilur!
Alt passar sum fótur í hosu í leikhúsBerlingoin
Nøgdur leikhússtjóri
Bilurin tómur aftur, alt tilfarið er nú á Tjóðpallinum

 Posted by Picasa

 

Bookmark the permalink.

2 Responses to Eitt leikhus verður flutt – 1. partur

  1. vidzee says:

    Hello! Þú ert áhugaverð website. Það er gott að heimsækja hérna.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *