Her eru nøkur skeið eg havi havt:
Høvundaverkstova: Skriva ein “gysara“.
Partur av Listaskúlin á ferð, í skúlanum við Gøtugjógv. Hetta var eitt skeið hjá Listaskúla Føroya.
Les meira um skeiði HER.
Høvundaverkstova: “Kenn tímar persónar, sum tínar bestu vinir”
Á Studentaskúlanum í Hoydølum.
Hetta var eitt skeið hjá Listaskúla Føroya.
Høvundaverkstova: “Kava í minnisdýpið“
Undirvísarar Petur Pólson og Rakel Helmsdal. 21. – 23. mars 2014.
Hetta var eitt skeið hjá Listaskúla Føroya.
Skeiði “Sig søgur, so vit minnast tær” varð fyrstu ferð hildið fyri starvsfólkum í barnagarðinum á Svangaskarði.
Hetta er eitt skeið fyri starvsfólk á dagstovnum og lærarum í innskúlingini, ber til at kunna seg um skeiði HER og bíleggja ella fáa meira at vita um við at skriva rakel@helmsdal.fo ella ringa til 216596.
Skeiði kann supplerast við fyrilestrinum “Søgur gera mun” fyri foreldur á stovninum.