Sig søgur, so vit minnast tær

Leygardagin 21. mars hevði eg eina sera áhugaverda arbeiðsuppgávu. Eg var biðin at gera eitt skeið fyri starvsfólk á einum barnagarði, ið fegin vildu gerast betur til at siga søgur.

Alla vikuna upp undir sólarmyrkingina sat eg við nervum og fyrireikaði skeiði. Hetta er ikki nakað eg beinleiðis hevði gjørt fyrr, ikki á hendan hátt í hvussu so er, vanliga læri eg fólk mest at siga søgur skrivliga, gera nýggjar søgur.

Skeiði kom at eita “Sig søgur, so vit minnast tær” og gjørdist eftir mínum tykki sera væleygdnað. 18 eldhugað fólk í øllum aldrum søgdu seks ymsar søgur á tveir ymsar hættir, bæði sum klassisk frásøgn, andlits til andlits uttan nøkur hjálpitól, og við skuggadukkum og ljóðum.

Her er ein myndafrásøgn frá degnum:

Eftirmetingarnar frá luttakarunum vóru positivar. Her eru brot úr teimum:

  • “Avbjóðandi og stuttlig.”
  • “Lærdi at brúka røddina meira, tá vit siga søgur.”
  • “Eg havi fingið hug at gera dukkusjónleik.”
  • “Eg føldi meg mitt í verðini, sum eitt barn.”
  • “Fekk bekrefta at tað hevur týdning at dáma/elska søguna.”
  • “Fekk nógv nýtt at vita um børn og søgur, hugflog og menning.”
  • “Yvirskriftin á skeiðnum “Sig søgur so vit minnast tær” er sera góð at hava við á vegnum.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var ein háttur afturat at livandigera søgurnar.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var at fáa ymisk amboð at arbeiða við í samband við at siga søgu.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var byrjanin: filosofisku/teoretisku tankarnir. Fekk meg at reflektera og evaluera mína hugsan. Hetta brúkti eg restina av degnum.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var at eg faktiskt kann skapa okkurt stuttligt spontant við mínum egnu evnum og saman við børnum og starvsfólki.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var at tora betri at trakða fram og tosa, at skapa sær og liva seg inn í søgurnar.”
  • “Tað besta eg fekk við mær, var at síggja, hvussu stuttligt tað er virkuliga at fordjúpa seg og arbeiða intenst við einari søgu.”

Og so hildu heilt nógv, at tíðin, 7 tímar, var ov stutt 🙂

Tagged , , , , , , , , , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

4 Responses to Sig søgur, so vit minnast tær

  1. Pingback: Fríggjadagsmyndin heiðrar Altjóða Dukkusjónleikadagin, 21. mars - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Søgur gera mun - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

  3. Pingback: Nýggjastu skeiðini - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

  4. Pingback: Farin skeið – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published.