Skeið

Eg hevur undirvíst í skriving síðani 1996. Seinastu árini havi eg mest skeið á Føroya Fólkaháskúla og Grøna Háskúlanum á Sandi.

bilegg1skeid_06       bilegg1skeid_03   bilegg1skeid_01

So at siga øll fólk, ið hava lært kynstrið at seta bókstavir saman til orð og setningar, duga at skriva okkurt áhugavert. Eg havi so enn ikki møtt einum, ið ikki dugir um viljin er til staðar. Men sjálvandi hava øll ikki hug ella bindini til tað.

Men hevur tú HUG at skriva, so er onki sum forðar tær, uttan tú sjálv/ur, tí tað snýr seg fyrst og fremst um at læra eitt handverk. Her ber tíverri ikki, sum hjá vanligum handverkarum, at fara í meistaralæru, men tað snýr seg um sjálvlestur og hart arbeiði. Vilt tú, so kanst tú! Og tað er ikki bara hart, tað er eisini stuttligt og spennandi: Tú ert tann, ið avgerð veruleikan í tínum teksti!

Frá 1996 til 2013 hevði eg skriviskeið á Tórshavnar Kvøldskúla, seinni eisini í Runavíkar Kvøldskúla. Seinastu árini havi eg mest havt skeið á Føroya Fólkaháskúla og Grøna Háskúlanum á Sandi, skriviskeið, marionettskeið og Undranarskeið.

M.C. Escher

M.C. Escher

Av og á haldi eg stutt skeið úti á skúlum og fyri áhugabólkum. Hesi skeið hava oftast verið ein innleiðing í kreativari skriving og snarskriving.

Her eru nøkur skriviráð, sum eg eri komin fram á millum ár og dag. Góð ráð, sum meistarar innan skrivikynstur, hava skrivað niður til tey, sum fegin vilja læra.

One Response to Skeið

  1. Pingback: “Skriva eina stuttsøgu” á Háskúlanum - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *