“Skriva eina stuttsøgu” á Háskúlanum

Í oktober og november verður ein intensiv høvundaverksmiðjan á  Føroya Fólkaháskúla undir navninum:

Skriva eina stuttsøgu

writing-1Á verksmiðjuni lærir tú at nýta snarskriving sum amboð og fært innlit í søguuppbygging, persónslýsing og annað, sum er grundleggjandi fyri at skriva eina góða stuttsøgu.

Hvør einstakur luttakari fær persónliga ráðgeving, og øll enda við at hava skrivað eina nýggja stuttsøgu. Teir flestu av skriviteknikkunum eru nakrir, sum kunnu nýtast til alla aðra skriving eisini, so tað eru ikki bara tey, sum hava hug at læra seg at skriva søgur, sum fáa nakað burturúr hesum.

Skeiðsdagarnir eru:

Týskvøld tann 15. oktober kl. 18 til 21

Týskvøld tann 22. oktober kl. 18 til 21

Leygardag tann 26. okotber kl. 10 til 15

Týskvøld tann 5. november kl. 18 til 21

Leygardag tann 9. november kl. 10 til 15

Týskvøld tann 12. november kl. 18 til 21

Undirvísari og ráðgevi er Rakel Helmsdal, rithøvundi, sum í 13 ár hevur havt skriviskeið á kvøldskúlanum og aðrastaðni kring landið fyri fólkið í øllum aldursbólkum. Seinasta skeiði hon helt, var læraraskeið við Gjógv. Her kanst tú lesa, hvat luttakararnir hildu um skeiði.

Tekning á háskúlanum á haskulin@haskulin.fo ella á tlf. 311743.

Nærri upplýsingar um skeiði kunnu fáast á heimasíðuni hjá Háskúlanum og við at ringja til Rakel á 216596.

Myndir frá ymsum høvundaskeiðum

Skeiði er tað fyrsta á nýggja listaátaki Háskúlans, sum skjótt verður meira at hoyra um 🙂

Her ber til at lesa meira um skriviskeiðini hjá Rakel.

Tagged , , , , , , , . Bookmark the permalink.

2 Responses to “Skriva eina stuttsøgu” á Háskúlanum

  1. Pingback: Skriviverksmiðja í In mente - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Farin skeið | Listaháskúli Føroya

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *