Listamaðurin Hieronymus Bosch hevur altíð hugtikið meg. Galskapurin og skemti í málningum hansara eru inspirerandi. Og tað er júst hetta, eg havi hug at hugleiða eitt sindur um í hesi fríggjadagsmyndini:
Inspiratiónin
Onkrar myndir tykjast onkursvegna fylgja tær gjøgnum lívið, myndir tú hitti longu sum barn og sum bara ikki vilja fara frá tær aftur.
Hesa myndina hevur mær altíð dámað. Hon er eitt brot úr stóra triptykoninum “The Haywain” hjá Bosch. Faktisk er tað mest av øllum tann lítli blái figururin í høgru síðu, sum altíð hevur facinerað meg.
Men tað er ikki bara eg, sum havi verið hugtikin av honum. Í yndisteknisøgunum hjá mær “Gaspard de la nuit” eftir Johan de Moor og Stephen Desberg (á donskum Kasper Midnat) hitti eg henda bláa stavnin aftur. Sum í tryptykinonum er hann er ikki høvuðapersónur, men kemur fyri aftur og aftur í øllum fýra bindunum av søguni. Kanska varð tað tí, at hetta gjørdist mín yndisteknisøga.
Navnið á teknisøguni er lænt frá einum øðrum listafólki, sum eg elski, nevniliga Maurice Ravel. Hann skrivaði í 1908 klaververkið “Gaspard de la nuit” til tríggjar yrkingar hjá yrkjaranum Aloysius Bertrand.
Ein partur av klaververkinum eitur Scarbo, eftir yrkingini hjá Bertrand og hyggja vit at eini av fyrstu tekningunum sum eru gjørdar til hesa yrking, er lætta síggja inspiratiónina hjá Johan de Moor til nógvar partar av teknisøguni. Scarbo er ein lítil náttardevul ella ein marra.
Í heimbýnum hjá Bosch, ‘s-Hertogenbosch, er tað eisini hesin figururin, sum er minnismerki yvir hann:
Hvussu er og ikki, so havi eg nú gjørt mína egna Bosch-fagnað: Hesin blái sniffilin er ein av leikarunum í nýggja leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri: Dansa so væl og leingi. Hann er heldur ikki her høvuðspersónur, men hevur sín lítla týðandi leiklut kortini. Ì mínari søgu er hann eisini ein náttarvera, um enn kanska ikki heilt ein demon, sum hjá Bertrand. Og hvør veit, kanska Ravel eisini leverar nakað av tónleikinum?
Inspiratión er spennandi. Har er onki mark, hvat vit kunnu finna uppá burtur úr tí, sum longu er gjørt av øðrum, so leingi vit bara gera á okkara egna hátt og ikki plagiera.