Kanningarferð til Prag – juni 2010 – 10. partur

Og so kom seinasti dagurin. Gleddi meg sjálvandi ómetaligt at koma heim til familjuna, men har var bara so nógv eftir at síggja í Prag. Eg má fara hagar aftur!!
Ein “vodník” bjóða vælkomin á spøkilsissavnið. Ein vodnik er eitt slag av tjekkiskum nyki. Hann kann mann fáa sum “ger-tað-sjálv”-marionett frá Truhlar.  
Eini stuttlig spegilshús vitjaði eg eisini.

Bara ein flott hurð. Eg elski allar hesar flottu hurðarnar, man sær í gomlum býum niðri í Evropa.

Og ein flott mynd á eini hugnaligari matstovu seinsta kvøldið eftir at hava verið til klassika konsert uppi á slottinum. Og so baybay Prag – fyri hesa ferð.

Posted by Picasa
Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *