“Meðan vit bíða” – Veðurlagsverkfallsrøða

Røðan eg helt á einum av veðurlagsverkfalstiltøkunum á várið 2019.

Meðan vit bíða

ella

Vit tvey, vit trý, vit túsund

Vit eru vónandi øll so líðandi farin at skilja, at vit liva í broytingartíðum. Alt í lagið, vit hava altíð livað í broytingartíðum, tað er líkasum tað tíðin ger, broytist og broytir okkum, men hesar broytingartíðirnar eru øðrvísi enn vit hava verið von við, hesar tíðirnar krevja, at vit øll gera okkurt, ikki bara at vit venja okkum við broytingarnar, broyta okkum, so vit kunnu vera við, læra okkum at nýta nýggja tøkni, læra okkum at vera partur av tí nýggja, so sum tað hevur verið so langt aftur vit minnast og nakað afturat. Hesaferð er ikki nóg mikið, at vit bara venja okkum við.

Hesar tíðir krevja, at vit vakna og verða verandi vakin; at vit varnast; at vit ikki bara fylgja við.

Broytingarnar, sum vit menniskju hava sett í gongd, eru við at renna undan okkum, sum hatta víðagitna kavablakið, ið fer rullandi oman brekkuna, undan okkum, nógv skjótari enn vit á nakran hátt kunnu fylgja við, hvussu vit so enn renna.

Vit hava ikki lurta eftir ávaringunum, sum byrjaðu fyri áratíggjum síðani. Eisini tá eg var lítil, og tað er ein løta síðani nú, vóru fólk, ið søgdu, at vit brúktu ov nógv og at vit oyddu náttúruna, men tað nam líkasum ikki við. Alt gekk jú so væl! Oljukreppan var bara ein spurning um politikk, tað orðnaði seg og so kundu vit aftur byrja at koyra sunnudagstúr.

Alt orðnar seg nokk, hava vit altíð hildið, onkur annar orðnar tað nokk…

Men so ein dagin vaknað vit øll við kaldan dreym:

Tað orðnar seg faktisk ikki! Tíðin er ikki ein gandakallur, sum bara fær trupulleikarnar at hvørva; ongin annar orðnar tað, nú eru tað brádliga tú og eg, sum mugu taka støðu.

Eg fari ikki at reksa allar trupulleikarnar upp, sum okkara verð er í, tað er gjørt beint her hvønn einasta fríggjadag síðani árslok. Vit kenna teir. Lat bara alnótina upp í 2 minuttir og skriva klima, so er svarið har, sjálvt smábørn vita tað og ræðast og ógvast.

Eg fari í staðin at fokusera uppá, hvat vit kunnu og skulu gera. Tí eg eri sannførd um, at vit kunnu gera nakað, øll somul, tú og eg og grannin. Vit kunnu øll gera okkara, um enn tað kennist smátt.

  • Tú og eg kunnu velja at seta bilin oftari og koyra buss, súkkla ella ganga. Tað ger ikki stóran mun, tá tað bara eru vit tvey, men tá tað eru vit trý og vit 1000, so GER tað mun. Tað brennievni, sum ikki var brúkt tá, er spart. Tað er olja, ið ikki nýtist at vera útvunnin, Co2, sum verður verandi í undirgrundini og myndugleikarnir noyðast at gera betri og grønari almenna ferðslu.
  • Tú og eg kunnu velja at eta minni kjøt. Tað ger ikki stóran mun, tá tað bara eru vit tvey, men tá tað eru vit trý og vit 1000 sum eisini gera tað, GER tað mun. Tey djórini verða ikki gødd upp og dripin, tann føðin tey ikki eta, kunnu menniskju eta ella lata vera við at dyrka og soleiðis lata virðismikla villa náttúru fáa frið.
  • Tú og eg kunnu velja at skilja okkara burturkast og ikki sløða nakað í náttúruni, og vit tvey, vit trý og vit 1000 gera mun. 1000 færri plastikkpetti fara út í náttúruna hvønn dag, 1000 glasíløt verða endurnýtt heldur enn knúst, 1000 sankutøðspannir økja um moldina í okkara moldfátøku náttúru og færri posar av virðismiklari torvmold skulu gravast upp í øðrum londum, torvmold, ið heldur uppá Co2ið. Metal skal ikki gravast upp úr undirgrundini við dálkandi avleiðingum, men kann verða nýtt umaftur og umaftur.
  • Tú og eg kunnu velja at leggja um til grønari orkuskipanir heima, sløkkja ljósi, ikki hava terassuhitara og annað smátt, og vit tvey, vit trý og vit 1000 gera stóran mun. Vit brenna ikki oljuna beinleiðis og noyða myndugleikarnar at finna loysnir fyri at fáa nóg nógva grøn orku til okkara orkuskipanir.
  • Tú og eg kunnu velja at keypa færri klæðir og umvæla tey vit hava, heldur enn at koyra tey burtur, og vit tvey, vit trý og vit 1000 GERA mun. Tey klæðini, sum vit ikki hava keypt, føra við sær bummull sum ikki skal dyrkast, olju, sum ikki skal gerast til kunststoff og stórar heimsumfatandi handilsketur, sum ikki sleppa at halda á framleiða alt ov nógv til ein langt síðani mettaðan marknað við hondum sum ikki fáa ordiliga løn.
  • Tú og eg kunnu velja at nýta okkara tól og innbúgv, til tað er gamalt og taka tað til umvælingar ístaðin fyri at keypa nýtt, og vit tvey, vit trý og vit 1000 GERA mun, tí tá 1000 fólk biðja um at fáa umvælt síni ting, so noyðast tað at finnast handverkarar, sum kunnu umvæla. Og tað sparir ikki bara náttúrutilfeingi, men stuðlar upp undir handverk og skapar arbeiðspláss.

Og tá vit tvey, vit trý og vit 1000 siga, at vit bara stemma uppá politikarar, sum veruliga vilja broytingar, hóast tað kunnu vera illa dámdar broytingar, so sum t.d. avgjøld á dálking, so noyðast politikararnir at broyta seg, ella enn betur, nýggj fólk fara at koma til, sum eru sterk nokk til at siga, at tey vilja taka tær illa dámdu avgerðirnar og ikki bara tær, sum klappa vinnuni og okkum á ryggin hóast vit dálka og oyða. Politikarar sum t.d. síggja galskapin í at bora eftir olju, sum vit kortini ikki fara at nýta um vónandi fá ár.

Og meðan vit bíða eftir hesum djørvu fólkunum, sum tora at standa fremst og taka hesar avgerðirnar, so kunnu vit øll gera okkara í tí smáa. Vit kunnu vera tey tvey, tey trý og tey 1000 og so við og við 10.000davís, sum gera okkara lítla mun.

Men meðan vit bíða og taka rusk upp, spara, endurnýta,  ansa eftir ikki at dálka og alt hitt, so mugu vit ikki gloyma, at vit ikki bara skulu hava eitt reint umhvørvi og minni Co2, vit skulu eisini hava náttúru, villa náttúru, har plantu- og djórasløg fjølgast.

Vit mugu minnast, at eru Føroyar skógarleysar, so er tað ikki, tí tað er náttúran hjá hesum oyggjunum at vera uttan vøkstur hægri enn 10 sentimetrar, tað er menniskjagjørt – ella seyðagjørt, skulu vit kanska siga, men seyðurin er her av okkara áum.

Vit hava í meir enn 1000 ár latið seyðin eta alt, gnaga hagan niður, so reyn og hella eru um stór øki, ið annars høvdu verið grøn og kjarrvaksin. Og ja, tað er ikki væl dámt at siga, men tað er sannleikin. Tað er ikki bara á sjónum, at vit sum fólk hava verið við til at oyða, vit hava gjørt tað líka síðani, vit lótu seyðin eiga hagan. Í londunum kring okkum gongur seyðurin ikki leysur alt árið, tí hann er altetandi, og har eru skógir og nógv ríkari plantu- og djóralív.

Eg havi her eitt uppskot frá einum klókum gomlum manni – hann er pápi mín – eitt uppskot sum hevði verið ómetaliga lætt hjá einum politikara at gjøgnumført og tað hevði ikki so frægt sum verið serliga illa umtókt:

Náttúran er tað, vit liva í og av. Vit eiga øll at verja og elska hana, men eisini hetta skal lærast.

Okkara skúlaskipan hevði kunnað gjørt eitt rimmar íkast við at gjørt eina einfalda reglu um, at hvørt einasta barn, ið byrjar í 1. flokki, setur eitt træ niður. Síðani skal sama barn, ansa sínum træið øll síni skúlaár, síggja hvussu tað trívist, ella kanska mistrívist og læra at taka sær av tí. Doyr træið, sum trø og onnur nú einaferð gera, so skal barni at seta eitt nýtt niður. Skúlin skal syrgja fyri, at børnini fáa stundir og ábyrgd at taka sær av trænum, at tey sjálvi t.d. gera sankutøð til træið og geva tí vatn, um turkur er.

Hevði hvørt barn átt eitt træ, hevði tað ikki bara ført við sær, at okkara alt ov nakna land fekk fleiri trø, sum fuglar og kykt kundu trivist í, men eisini skapt eina fatan fyri gróðri og náttúru, sum røkkur langt út yvir skúlabøkurnar. Eitt barn, sum elskar sítt træ, skilur náttúruna og ansar eftir henni.

Latið onki barn fara úr fólkaskúlanum uttan at hava sett eitt træ niður og hava tikið sær av tí í níggju ár.

Tá fáa vit ættarlið, ið ikki halda, at alt bara kemur av sær sjálvum. Tað verða ættarlið sum veruliga skilja, at vit tvey, vit trý og vit 1000 kunnu gera mun og verða til 10.000davís og fleiri.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *