Í summar var hendan greinin í Dimmalætting:
Millum vísdóm og glitrandi gimsteinar á lívsins blindgøtum
Hon er sjálvlærd og fjølgáva listakvinna, ið sigur frá søgum um kor, lív og lagnu menniskjans. Lærdómurin er lættur at bera, og vísdómin og glitrandi gimsteinar hevur hon funnið á lívsins blindgøtum, sigur hon. Hon er spælandi og kreativ av lyndi og heldur, at kreativitetur er tað, ið ger okkum til menniskju. Tí má kreativi vøddin allatíðina venjast og haldast við líka, sigur Rakel Helmsdal, ið dámar væl hugtakið um persónligt og listarligt frælsi undir ábyrgd
Orð: Jákup Bogi Joensen
Myndir: Fotostudio/Finnur Justinussen
– Eg eri bara meg sjálva, sigur hon og yppir øksl í besta Pippi-stíli. Sum var tað nakað at tosa um.
Kreativa og spælandi lyndið lýsir úr andliti hennara. Hon er ein litføgur kvinna, bæði innan og uttan. Henni dámar at seta litir á tilveruna. Sprøklutu og litføgru klæddnapløggini og lilla og grønu lokkarnir úr hári hennara er ein ytri, ektað og autentisk spegilsmynd av tí blómandi og spríkjandi margfeldi, ið hon ber inni við hjartað.
Hon hevur sett seg væl til rættis í væl polstraða kongastólinum við krossaðum og kreptum beinum næstan upp undir øs.
Lítla rúmið á loftshæddini osar av lívsgleði og kreativiteti. Hillarnar eru á tremur við bókum og lutum, ið hon sjálv hevur skrivað og evnað til, og rúmið er eisini væl prýtt við lutum, ið onnur hava gjørt.
– Eg má trívast, har sum eg eri. Og eg trívist best, um tað er vakurt og estetiskt rundan um meg, sigur hon og slær fingrarnar niður á lítla runda borðið framman fyri seg.
Hetta er onki vanligt borð, ið fæst til keyps eins og annað innbúgv. Runda borðið er bara enn eitt dømi um tað kreativa umhvørvið – ja, universið – ið vit hava flutt okkum inn í. Borðið, ið sonur hennara hevur sniðgivið úr einum gomlum hylki, plagdi í gomlum døgum at sita á filmstólinum í Sjónleikarhúsinum í Havn, og óteljandi kilometrar av filmstrimlum hava streymað gjøgnum tað. Genialt, fyndugt og væl funnið uppá.
Á gólvinum stendur ein gomul mannequin dukka, ið hon hevur keypt á útsølu í Skálabúðini stutt fyri, at búðin snaraði lykilin um fyri seinastu ferð. Pløggini, ið klæða dukkuna, hevur hon sjálv so sera hegnisliga sett saman.
Rúmið ber onkursvegna ein heilagan dám yvir sær. Hetta er arbeiðsstaður og sjálvt hjartað í tí virksemi, sum hevur gjørt kvinnuna víðagitna í Føroyum og uttan fyri landoddarnar.
Vit eru stødd á kreativa verkstaðnum heima hjá Rakel Helmsdal. Lítlu og hugnaligu húsini, ið hon keypti í vesturbýnum í Havn fyri sløkum 14 árum síðani, skilja seg burtur úr og lýsa grannalagið upp við sínum eyðkenda reyða og grøna liti. Onki er latið tilvildini. Ytru karmarnir og innara menniskjað eru eitt og tað sama og endurspegla hvørt annað.
Lívsins skúli
Rakel Helmsdal er autodidakt, sjálvlærd fjøllistakvinna. Ella søguforteljari, ið hon sjálv kallar seg. Tað heitið dámar henni betur.
– Fyri meg er list ein háttur at siga søgur, og eg nýti listina til at siga søgurnar. Tað kann gerast upp á so nógvar og ymiskar mátar. List er markleys og listagreinar flóta tvørtur um mørk og ávirka hvørja aðra, sigur hon og tekur frástøðu frá øllum, ið bara minnir um básar og fýrakantaðar kassar, ið avmarka og skerja listarliga frælsi – og frælsi yvirhøvur. Uttan frælsi er listin veingjaskerd og uttan flog, sigur hon.
Rakel hevur í tíðarskeiðum havt kreativa og listarliga arbeiði sum yrkið burturav. Fyrst árini frá 1989 til 1996 og aftur árini frá 2009 og fram til dagin í dag. Árini frá 1996 til 2009 var hon í starvi sum skrivstovukvinna. Sjálvlærda leiðin hevur lært hana, at skal hon liva av listini, eru treytirnar eirindaleysar; Hon verður ikki rík og múgvandi kvinna, lærdómurin tekur longri tíð, um enn lættur at bera, og hon hevur onki prógv at vísa á frá hægri lærustovni.
Men lívsins skúli er ikki at kimsa at, heldur Rakel. Tvørturímóti.
– Tað góða við at vera sjálvlærd eru allar tær mongu og kringlutu blindgøturnar, ið lívið hevur slóðað veg fyri. Tað eru gøtur, ið eg kanska ongantíð hevði stigið á, varð eg skúlað á einum hægri lærustovni. Hesar gøtur eru mangan tær mest avbjóðandi og spennandi í lívinum, tí tú veit ongantíð, hvat kann henda, og hvørjum tú møtir á leiðini. Lívið er ikki ein bein linja, og tað er ofta á teimum óvæntaðu blindgøtunum, at vísdómur og glitrandi gimsteinar eru at finna, sigur hon.
Rakel sigur, at tilvildin og lívið hava háttað seg soleiðis, at hon ongantíð hevur verið á hægri skúla. Hon hevur tó tikið fleiri skeið og hevur á tann hátt førleikament seg. Hon heldur, at var hon yngri í dag og hevði valt lívsleiðina umaftur, kundi tað hent seg, at hon hevði valt at farið á skúla. Henni dámar væl skúla og undirstrikar, at skúli á ongan hátt má undirmetast. Kortini heldur hon, at tað hómast vandatekin í skúlaskipanini, ið stundum er merkt av skundi og øktari ferð.
– At ganga í skúla er í roynd og veru at yvirhála lærutilgongdina, prosessina. Øll skúlagongd er onkursvegna turbo-læring upp á skundtíð, har snildar sniðgøtur og snarvegir eru fremstu amboðini. Men hvør sigur, at tað er tann einasti vegurin at fara? spyr Rakel.
Rakel heldur, at tað eru millum annað mongu ferðirnar á lívsins blindgøtum, ið hava ment hana sum listafólk og gjørt hana til tann persónin, ið hon er í dag.
Dámar friðin og kvirruna
Rakel Helmsdal er gávað og fjølbroytt listafólk og fæst við alskyns slag av list. Hon skrivar, ger leik og teatur við marionettdukkum, ið hon sjálv hevur evnað til, og fæst við fjøltáttað myndlistarligt og handaligt arbeiði.
– Tað, sum drívir verkið, er hugurin og alskurin at skapa nakað nýtt. Eg fái ikki latið vera, og tað kennist rætt fyri meg, sigur Rakel og brosar blídliga.
Hon andar lættan og hvílir í at hava funnið seg til sættis við tilveruna. Ta kensluna hevur hon ikki altíð havt, sigur hon og minnist við ringum tannabiti aftur á tíðina, tá ið hon starvaðist sum vanligur lønmóttakari í føstum starvi.
– Eg keddi meg so heilt øgiliga illa og sættaðist ongantíð við lívið sum lønmóttakari. Í roynd og veru keði eg meg skjótt øllum lutum. Serliga um tað, ið eg fáist við, er merkt av endaleysum endurtøkum. Tá kann eg gerast ræstleyst og fái eina klaustrofobiska kenslu av meiningsloysi. Tað er sum at doyggja spakuliga innvortis, sigur Rakel um orsøkina til skiftið frá at vera lønmóttakari til kreativu tilveruna sum listafólk og søguforteljari. Ein avgerð, ið hon ongantíð hevur angrað.
– Eg elski at arbeiða kreativt og gera tað, sum eg geri, sigur hon og smílist um alt fimmoyra.
Tað er eingin loyna, at bókmentirnar og kreativi pennurin hava í mong ár verið eitt av hennara fremstu eyðkennum. Hon hevur verið virkin rithøvundi í trý ára tíggju og hevur skrivað og givið út upp í leypar av bókum, ritverkum og øðrum tilfari. Helst høvdu kilometrarnir táttað upp ímóti einum marathon. Hálvum í øllum førum.
Rakel dámar tilveruna sum rithøvundi. Tað hevur hon gjørt frá fyrsta degi. Sum yngri hugsaði hon stundum tankan at fara á rithøvundaskúla, men hon slepti ætlanini, tí hon hevði ikki hug at fara til Danmarkar, har einasti rithøvundaskúlin var, ið hon tá visti um. Hon búði eitt tíðarskeið í Fraklandi, og tað vóru tey fimm árini har suðuri í Evropa, sum í roynd og veru vóru hennara rithøvundaskúli, tí hon fekst hesi árini við at skriva burturav.
Arbeiðið sum rithøvundi – og skapandi listafólk annars – er mangan tengt at kvirru og einsemi. Men ta kensluna hevur Rakel ongantíð óttast. Tvørturímóti, sigur hon.
– Mær dámar friðin. Og eg trívist væl at arbeiða fyri meg sjálva í egnum selskapi. Tað er onkursvegna treytin sum rithøvundi. Tað er í friðinum, at eg veruliga kann hugsavna meg og havi stundir at fara niður á dýpdirnar. Eg klári so illa at hugsavna meg um at skriva, tá órógv er rundan um meg. Eg klári nóg illa, at fólk eru í húsinum, tá ið eg skrivi, sigur Rakel og flennir hart og næstan umberandi fram fyri seg.
At vera í “flow”
Tað merkist, at hon veruliga brennir fyri sakini. Hon sigur livandi frá. Steðgar ikki aftur, tá hon fyrst er byrjað. Og soleiðis lýsir hon eisini kreativu og skapandi tilgongdina, tá ið pennurin eftir drúgt og hart arbeiði umsíðir hevur funnið sítt flog. Tá fellur tað henni lætt at skriva, og tá er tað eitt spæl at festa orðini á blað. Men onki kemur av sær sjálvum, undirstrikar hon meira enn einaferð. At skriva er tí sum eitthvørt annað arbeiði. Tað er eitt stríð, ið krevur ein vilja at vinna fram á leið, sigur Rakel.
– Tað er óvanliga sjáldan, fyri ikki at siga ongantíð, at tað fantastiska hugskotið og tey væl skrivaðu orðini detta niður av himli púra av sær sjálvum. Tað er eitt arbeiði at skriva. Tað krevur áhaldandi vilja og áræði, og tað krevur hugsavnan. Men arbeiði lønar seg altíð í síðsta enda. Tað er í sjálvari tilgondgini, tá ið eg seti meg niður at arbeiða, at orðini koma til mín, gerast verulig og verða fest á blað. Tað er ein góð og deilig kensla at vera í “flow”, sum tað so vakurt eitur. Tað er, sum hevur onkur tendrað fyri krananum og tað spríkir og spruttar við orðum og hugtøkum. Eg skrivi, tí eg kann ikki lata vera, sigur hon.
Frásøguhátturin er rúnarbindandi. Rakel er nærverandi og autentisk. Tykist at hava gloymt tíð og stað. Hon er eitt við løtuna. Og hon er í “flow”.
Men hvat er “flow” fyri nakað? Hvar kemur henda serliga kenslan frá? Og hvussu ber til at koma í “flow”?
Rakel ivast ikki og er skjót at svara spurninginum.
– Tað ber til at merkja og koma í samband við kensluna, um kreativi vøddin er væl smurdur og væl vandur. Øll menniskju er frá upphavi kreativ, tí tað er kreativiteturin, ið ger okkum til menniskju. Tað eri eg fullvís í. Men tað krevur arbeiði og venjing og aftur venjing at halda kreativa vøddan við líka og harvið skapa møguleika at uppliva kensluna av at vera í “flow”. Jú meira eg arbeiði kreativt, jú kreativari verði eg. So einfalt er tað. Tað er ongin rakettvísindi. Tað fantastiska hugskotið verður verandi eitt hugskot, um eg einki geri við tað. Tí er “flow” ikki ein kensla, sum bara kemur av sær sjálvum. At vera í “flow” er eitt úrslit av áhaldandi arbeiði, sigur Rakel.
Hon hevur tó lagt til merkis og viðgongur, at myndlistarliga og handaliga arbeiði fellur henni munandi lættari enn at skriva. Tað er, sigur hon, sum skal hon stríðast eitt vet minni fyri sakini til tess at fáa myndlistarliga og handaliga arbeiði … ja, frá hondini.
– Kanska eru evnini fyri myndlistarligum og handaligum arbeiði í veruleikan bara eyðsýndari og lættari atkomulig. Eg elski at skapa. Mær dámar so sera væl skriva og gera leik. Men tað, sum mær dámar allarbest er at sita á mínum kreativa verkstaði og fáast við myndlist og kreativt arbeiði. Tá gloymi eg veruliga tíð og stað og droymi meg burtur. Tað er næstan ein kensla av tí fullkomna, sigur Rakel.
Í løtuni fæst hon nógv við at gera og framleiða leik. Hetta er teatur og leikur, ið Rakel sjálv hevur skapað og evnað til. Tað ger hon javnan, sigur hon. Hon skrivar sjálv leikirnar og dramatiserar søgurnar. Hon snikkar sjálv pallin til, og hon framleiðir og ger marionettdukkurnar, ið eru á palli. Einasta hjálpin uttanífrá er sjálvur leikstjórin. Leikstjórarnir hava verið skiftandi, og í løtuni arbeiðir Rakel saman við Búa E. Dam um nýggja leikin “Dreymsjóneyka”.
Rakel dámar væl at arbeiða og samstarva við onnur um ymiskar verkætlanir. Tað ger hon javnan nógv av. Tað er ein spennandi og øðrvísi avbjóðing enn at sita fyri seg sjálva og skriva. Og tað er gott at víðka sær sjónarringin og samstarva við onnur av og á, heldur hon.
– Um samansetingin er tann rætta, og samstarvið riggar væl, er tað ein fragd at arbeiða saman við øðrum fólki og menna hugskot, eitt nú til tekst og leikir. Tað hendir okkurt í tilgondgini, tá ið menniskju eru saman. Úrslitið verður altíð okkurt annað enn tað, ið eg sjálv í einsemi megni at skapa. Tað sigur seg sjálvt, tí úrslitið er netupp eitt úrslit av, at tað eru fleiri um at evna og skapa verkið. Menniskju eru ymisk og hugsa ymiskt, og tí verður úrslitið okkurt annað enn tað hevði verið, um eg var einsamøll um verkið, sigur Rakel.
Hon ásannar tó, at hon arbeiðir mest einsamøll og í einsemi. Men talan er um tað góða einsemi, sigur hon.
Bókmentir fyri øll
Tað er eingin ivi um, at Rakel Helmsdal er ein sera dugnaligur rithøvundi, ið hevur orðið í síni makt. Fleiri av verkum hennara eru vælumtókt, og fleiri verk eru umsett til onnur tungumál.
Hon er fleiri ferðir innstillað til bókmentavirðislønir, bæði í Føroyum og uttanlands. Listin er langur og talar fyri seg. Fýra ferðir er hon innstillað til barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Norðurlandaráðsins. Tvær ferðir hevur verið heiðrað við barna- og ungdómsbókmentavirðisløn Útnorðurráðsins. Tríggjar ferðir hevur hon verið innstillað til Astrid Lindgren Memorial Awards. Og tvær ferðir hevur hon fingið barnabókaheiðursløn Tórshavnar Býráðs, og tvær íslendskar virðislønir er tað eisini vorðið til. Seinast Rakel var innstillað var í vár, tá ið hon varð innstillað til barnabókavirðisløn Norðurlandaráðsins fyri bókina “Miljuløtur”.
Rakel fegnast sum vera man um álitið og heiðurin at verða innstillað og møguleikarnar, ið tað hevur havt við sær. Mongu innstillingarnar og virðislønirnar hava latið dyrnar upp á víðan vegg, sigur hon, tí við hesum hava bókmentir hennara funnið veg út í heim, og tað hevur stóran týdning sum rithøvundi. Eisini er hon sloppin at hitta aðrar rithøvundar úr øðrum londum, og tað hevur verið sera kveikjandi, sigur hon.
Men tað er kortini fallið henni fyri bróstið, at trongdin hjá forløgum og bókamiðsølum hevur verið so stór at flokka og seta bókmentir hennara í bás. Oftast sum barna- og ungdómsbókmentir.
– Mær dámar illa, at bókmentir verða flokkaðar og settar í bás. Tað er grundleggjandi skeivt í mínum hugaheimi. Fyri meg hevur tað ongantíð verið ein spurningur, tíansheldur nøkur miðvís ætlan, at skriva til antin børn ella til vaksin. Mínar søgur snúgva seg um almenn menniskjalig viðurskifti, og hesi viðurskifti fevna bæði um børn og vaksin. Tað er ein avmarkandi hugburður at seta bókmentir í bás og flokka tær eftir aldursbýti. Bøkur verða ikki skrivaðar til aldursbólkar. Bøkur verða skrivaðar til menniskju, sigur Rakel, ið heldur tað vera eina misskiljing, um fólk halda seg vera barnabókahøvund burturav.
Hon heldur, at vaksin mangan hava lyndi til at undirmeta evni og førleikar hjá børnum – eisini í bókmentaligum høpi.
– Vit hava lyndi til at síggja børn sum minni ment. Men hetta er ikki so. Børn duga nógv meira, enn vit halda. Tey skilja og fata møguliga bókmentirnar øðrvísi og fáa okkurt annað burtur úr tí, tey lesa. Men tað, tey hava fingið burturúr, eiga vit sum vaksin at viðurkenna og síggja virðið í. Teirra hugsanir og fatanir eru minst líka viðkomandi og okkara. Børn eru super intelligent og heimsmeistarar í ikki at skilja og duga tí væl betur enn vaksin at skapa meiningar í øllum. Tey duga væl at ímynda sær støður og skapa sær meiningar burtur úr tí, tey lesa. Teirra vitan er tí minst líka áhugaverd og viðkomandi og okkara, sigur Rakel.
Hon undrast og finst eisini hvassliga at teimum, sum gjøgnum árini hava staðið fyri handanini av bókmentavirðisløn Nobels. Rakel skilir ikki, hvussu tað ber til, at høvundar sum Astrid Lindgren og Tove Jansson ikki hava fingið handað bókmentavirðisløn Nobels, meðan tíð var.
– Tað er ein katastrofa, glepsar Rakel atfinningarsom og hvassliga.
Hon næstan øsir seg, summar seg eina løtu og heldur so fram.
– Var eg limur í nevndini fyri Nobel, hevði eg skammað meg til mín doyggjandi dag. Neyvan man nakar rithøvundi hava havt so stóra ávirkan á heimin, sum júst Astrid Lindgren og Tove Jansson hava havt. Men tær fingu ikki tann heiður, ið tær høvdu uppiborið. Tað man als ikki vera komið upp á tal at lata teimum virðislønina yvirhøvur og við teirri grundgeving, at tær skrivaðu bókmentir, ið vóru stílaðar børnum. Men hetta er ein ógvulig grunnskygd grundgeving og grov misskiljing. Tær skrivaðu til menniskju, sigur Rakel.
Sjálv fegnast Rakel um eitt ummæli í norskum blaði herfyri, ið nettupp viðurkendi hana sum ein høvund fyri øll, ið skrivar til allar aldursbólkar.
– Mínar søgur snúgva seg um relasjónir og sambandið millum menniskju, um hvussu menniskju agera og reagera í samskifti við hvønn annan og undir ymsum umstøðum.
Tað er ongin tilvild, at Rakel sveimar rundan um sama evni at kalla hvørja ferð. Tað er so sera spennandi at kanna og granska spurningin um sambond og relasjónir millum menniskju, heldur hon.
– Eg skilji als ikki, at man kann lata vera við at granska seg sjálva og onnur. Tær flestu av mínum søgum snúgva seg um persónar, ið eru á ferð gjøgnum lívið og tilveruna. Tað er helst tí, at eg sjálv eri á ferð allatíðina. Tað eru øll menniskju. Eg eri á eini ferð, har eg hvønn dag upplivi og finni fram til nýggjar dimensjónir av mær sjálvari, av lívinum og tilveruni, sigur Rakel.
Seinastu árini hava evnini, ið Rakel viðger og skrivar um í sínum søgum, flutt seg aðrar vegir og snúgva seg ofta um markið millum dreym og veruleika – við øðrum orðum um tað veruliga í dreyminum og tað surrealistiska í veruleikanum. Tað er eitt spennandi markamót, tí nær er talan um dreym, og nær er talan um veruleika, og hvussu vita vit, hvat er hvat? spyr Rakel.
Tað sæst á øllum brøgdum, at hon grundar djúpt um spurningin, áðrenn hon við mælskari og kveikjandi rødd kemur fram til niðurstøðuna:
– Tað er heilt forbannað spennandi at vera menniskjað.
Frælsi undir ábyrgd
Frælsi. Orðið klingar væl í hugaheimi Rakels.
“Frælsi at velja, hvat man skal selja seg sjálvan og frælsi sítt til”, sungu Debess og Petersen á sinni í vísuni um gullkálvin.
Frælsi er eitt lyklaorð í listini. Tað ber ikki til at skerja frælsi í listini, heldur Rakel, tí annars verður listin veingjaskerd.
– Listin má vera fræls og ráða sær sjálvari. Tað er treytin og sjálvur grundvøllurin undir allari skapandi list. Verður listin avmarkað, missir hon flogið. Tað er sum at skrúva fyri krananum, tí tá hvørvur kreativiteturin og hugurin at skapa. Tí mugu listafólk sleppa at virka frítt og frælst uttan uppíblanding frá landsins myndugleikum og øðrum, ið vilja stýra og ráða yvir listini og diktera listafólkum, hvat tey skulu og ikki, sigur Rakel.
Hon leggur tó stóran og miklan dent á, at frælsi ongantíð er so vítt, at tað ikki hevur sínar avmarkingar. Ella í øllum førum hevur nakrar skyldur við sær. Tí við frælsinum fylgir ábyrgdin, sigur hon.
– Frælsi er ongantíð frælsi til hvat sum helst uttan umhugsni og refleksjón. Frælsi er altíð undir ábyrgd. Sum listafólk stendur tú til svars fyri og við ábyrgd av tínum listaverki. Soleiðis er tað, og soleiðis eigur tað at vera. Tað ber illa til at taka ábyrgd fyri kenslum og meiningum hjá øðrum. Til dømis teimum, ið skoða og hava eina meining um listaverkið. Tað kann henda, at onkur gerst firtin um listina. Tað kann listafólkið ikki taka ábyrgd fyri. Men listafólkið eigur altíð at standa við egnar handlingar og listaverkið sjálvt. Tann ábyrgdin áliggur listafólkinum, og tað ber illa til at renna undan hesi ábyrgd, heldur Rakel.
Sambandið millum listafólkið og móttakaran er annars nakað, ið Rakel hevur ans fyri. Og hon ásannar, at samskifti og interaktiviteturin við móttakaran, ið skoðar og nýtir listaverkið, er av sera stórum týdningi. Tí uttan ein móttakara, hevði listin verið fátøk og uttan meining, heldur hon.
– Fyri meg má listin geva meining fyri onnur enn bara meg sjálva. Um eingin er at taka ímóti í hinum endanum, er listin fátøk og ikki list fyri meg. Tað ger mær stóran mun at samskifta við móttakaran. Eg hevði ikki hildið tankan út, um eg visti, at eg skrivaði og skapaði beint til skuffuna og ruskspannina. Um so var, hevði eg fyrr ella seinni sæð skriftina á vegginum. Men tíbetur havi eg eina góða kenslu av, at tað eru fleiri, ið eru glað fyri mína list og tað, sum eg havi skrivað og skapað. Tað eri eg sera takksom fyri, tí list er kommunikatión og samskifti, sigur Rakel.
Vantandi virðing fyri list og mentan
Spurningurin um, hvønn leiklut listin hevur, og hvussu stóra ella lítla rúmd hon skal hava í almenna rúminum og í samfelagnum sum heild, er ein grundleggjandi og afturvendandi spurningur, ið stingur seg upp við jøvnum millumbilum.
Rakel heldur, at tað mangan og av órøttum verður skotið listafólkum í skógvarnar, at list er fjant og fjas. At listin er óneyðug, ein ónytta, ið onki nyttuvirði hevur fyri samfelagið. Hesum sjónarmiði er Rakel grundleggjandi ósamd í.
– Listin er sjálvt límið, ið heldur øllum samfelagnum saman. At vit sum land og fólk hava felags mentan er tað, ið bindir landið, fólkið og tjóðina alla saman. Mentanin er sjálv kjarnin í einum og hvørjum samfelag. Tað er mentanin, ið er sterkasti felagsnevnari og savningarmegi í samfelagnum. Tí hevur mentanin so ómetaliga stóran týdning, sigur Rakel.
Hon heldur, at tey eru fleiri, ið ikki skilja týdningin av mentan og skapandi list og áttu at givið sær størri far um hetta, tí samfelagið og almenna rúmið er gjøgnumsúrgað við list, ið eingin okkara kann vera fyri uttan. Listin er allastaðni rundan um okkum og allatíðina. Hvørt einasta menniskja livir og andar dag og dagliga listina og mentanini. Annars høvdu vit ikki trivist og livað, sum vit gera í samfelag við hvønn annan, sigur Rakel og tekur føroyska málið og bókmentirnar sum dømi.
– Ímynda tær, um ongar bókmentir vóru til. Tá hevði okkara mál verið so øgiliga nógv fátækari. Tað er málið, ið ger, at vit yvirhøvur kunnu samskifta sum menniskju. Tað er ikki minst bókmentunum fyri at takka, at føroyska málið mennist allatíðina. Hvussu væl høvdu vit dugað at samskift og sett orð á okkara tankar og kenslur, vóru málið og bókmentirnar ikki okkum til handa? spyr Rakel.
Hon heldur, at vantandi virðing fyri listafólkum og skapandi virksemi er ein forðing fyri víðari menning av mentan og list. Og hon harmast um vánaligu korini, ið listafólk í Føroyum mangan arbeiða undir. Hetta eru kor, ið als ikki kunnu metast ájavnt við korini í øðrum vinnugreinum. Og tí er neyðugt at rópa hart upp um korini, heldur hon og vísir eitt nú á Frakland sum gott dømi um land, ið tekur listina og mentanina í størsta álvara og lønar listafólkum virðiliga.
Hetta heldur hon, at landsins myndugleikar áttu at hugsa um her hjá okkum, tí listafólk arbeiða mangan ókeypis og uttan at fáa ta virðing og ta løn og sømdir afturfyri, ið eru hóskandi og samsvara ómakin.
Rakel vísir víðari á, at listafólk harumframt brúka alt ov nógv av síni dýrabæru tíð til at søkja grunnar og onnur um fíggarligan stuðul. Hetta er burturspilt tíð og arbeiðsorka, ið kundi komið samfelagnum til gagns og ágóða á munandi betri hátt, vóru umstøðurnar hjá listafólkum betri at virka undir. Ein møguleiki átti tí at verið inntøkuregulerað minstaløn, heldur Rakel og leggur aftrat, at onki liva listafólk í Føroyum í marglæti. Tvørturímóti. Hvør dagur er ein áhaldandi bardagi til tess at fáa endarnar at røkka saman fíggarliga.
– Mín dreymur er ein minstaløn, ið listafólk kunnu yvirliva og liva fyri. Pengar er ikki nakað, ið eg havi tørv á at hava so nógv av og í yvirflóð. Als ikki. Eg skal bara ikki hava fyri neyðini at hugsa og hugsavna meg um tað fíggjarliga í heilum. Mítt ynski er bara, at eg havi so mikið, at eg kann liva eitt virðiligt lív og skapa mína list í friði og náðum, sigur Rakel Helmsdal.
Fakta:
Navn: Rakel Helmsdal
Føðingardagur: 25. september 1966
Útbúgving: Autodidakt, sjálvlærd
Starv: Fjøllistakvinna og søguforteljari
Maki: Jógvan Olsen
Børn: Gwenaël, 24 ár, Felisia, 16 ár, Sirius, 13 ár.
Útgávur: 7 skaldsøgur, 3 stuttsøgusøvn, 11 myndabøkur
Komandi útgávur: skaldsøgan Kjarr og myndabókin Loftar tú mær