Netið hevur seinastu vikuna verið tjokkað við sólarmyrkingarmyndum og -upplivingum. Nógv upplivdu hana alla sum hon var, onnur, sum bara vóru kanska hundrað metrar frá teimum, høvdu skýggj fyri, júst tað avgerðandi løtuni. Tað seinna varð galdandi fyri okkum her á Debesartrøð í Havn, men skal eg siga sum er, so haldi eg ikki, at tað bilar. Løtan tá onkur í erva tók og fadaði tann stóra dimmarin niður, var so stórsligin og ikki onki ræðandi, at tað var allar vónirnar vert.
Her er eitt úrval av okkara sólarmyrkingarmyndum. Tað gav í hvussu so er nakrar sera vakrar himmalmyndir.
- Sólarmorgunmatur
- Vit bíðja, enn regnar….
- Grátt, rættiliga grátt
- Hygg!! Eitt petti av bláum himmali!!
- Nú byrjar tað!
- Tað lýsir í! Munnu vit fara at náa tað?
- Fram við brillunum
- og burtur við regnskjólunum
- MYRKT! – næstan
- Und es war licht!! Man hoyrir næstan Händel í oyrunum
- løøøgið, tvær sólir…..
- Sólarmyrkingarkøkan, tann einasta heila myrkingin vit sóu 🙂 – so leingi tað vardi…. 😀