Grein í Viðskeranum (Dimmalætting) juni 1999. Bíløgd av Aldubáruni.
Drukkin av mánanum
Tað vín, ið bert eyga drekkur
streymar um náttina av mánanum
Ein flóðalda druknar tað kvirru havsbrúnna
girndir streyma óendaliga søtt og ræðuliga
(Brot úr tesktinum “Pierrot Lunaire”, eftir Albert Giraud. (Leyslig týðing.))
Tann 23. og 24. juni fáa føroyingar fyri 1. ferð møguleikan at hoyra tónaverkið “Pierrot Lunaire” eftir eyskurríkska tónaskaldinum Arnold Schönberg. Tað er føroyski tónleikabólkurin Aldubáran, sum framførir í Norðurlandahúsinum í samband við árligu klassiku tónleikastevnuna Summartónar.
Arnold Schönberg

Arnold Schönberg
Arnold Schönberg varð føddur 13. september í 1874, sonur handilsmannin Samuel Schönberg og konu hansara Paulinu.
Átta ára gamal fór hann at læra seg violin sjálvur, og byrjaði skjótt eisini at skriva tónleik, men foreldur hansara hugsaðu onki um serligu gávur hansara, so tað var ikki fyrr enn hann varð 17 ára gamal, at hann fekk rættiliga undivísing.
Fyrstu verkini
23 ára gamal fór hann av álvara at komponera og í 1899 skrivaði hann kenda verkið “Verklärte Nacht”, har hann fyrstu ferð pilkaði við vanligu tónaskipanina. Hóast hetta tónaverkið í okkara oyrum ikki tykist so modernistiskt, ljóðaði tað kortini óvanligt í oyrunum á samtíðarfólki hansara, tá tað 1. ferð varð framført í 1902, og varð ikki serliga væl móttikið.
Í 1901 giftist hann við Mathilde Zemlinsky og tey fluttu til Berlin, har hann fekk arbeiði sum orkesturleiðari. Har komponeraði hann m.a. “Brettl-Lieder” sum var eftir satiriskum tekstum av samtíðar yrkjarum.
Berlin fekk stóran týdning fyri Schönberg. Richard Strauss viðmælti, at hann skuldi fáa tann kenda Liszt-stuðulin, og eisini gekk hann á Stern konservatriinum. Áðrenn hann í 1903 flutti aftur til Wien, skrivaði han symfonisku yrkingina “Pelleas und Melisande”, har vanligu mørkini í tónaskipanini vóru nógv víðka.
Wien fór hann at undrivísa og millum privatnæmingar hansara vóru m.a. menn sum Alban Berg og Anton von Webern, ið seinni gjørdust kendir tónasmiðir.
Tónleikarlig gøla
1906 er eitt av teimum nógvu árstølunum, sum kunnu metast at hava verið slóðbrótandi fyri nýggjari tónleik. Tónleikurin hjá Schönberg var nú farin so langt í atonalitetinum, at hann skapti eitt satt mentanarsjokk. Tá 1. og 2. strúkikvartett vórðu framførdar, skapti tað einna rættiliga gølu, og harðligar ábreiðslur vóru at hoyra frá bæði áhoyrarum og fjølmiðlunum. Tá skrivaði Schönberg:
“Smakkurin hjá áhoyrarunum ávirkar ongantíð ein veruliga listarmann, tí hann kann ikki skapa annað enn tað, persónligheit og uppaling hansara noyðir hann til. Tíverri halda summi av og á, at tey kunnu gera, sum áskoðarin ynskir tað, og at hesin stokkuti viðgangurin harafturat loysir seg, men koma tey at gjalda toll av svikinum. Tí einum, sum ikki onkursvegna ber lyndi áskoðaranna innan í sær, fer tað ongantíð at eydnast veruliga at vera dámdur. Falsið verður skjótt avdúka og svikið er tí næstan altíð til fánýtis.”
Fíggjarligir trupuleikar
Uttan at geva sær vón um at nakran áhoyraraskarða skrivaði hann næstu árini opruna “Die gluckliche Hand” og fleiri onnur verk. Tað var serliga ekspressionisman sum upptók hann, eins og í teimum nógvu málingunum hann málaði hesi árini. Í 1910 hevði hann fyrst málningaframsýning sína í einum bókasavnið í Wien, men eins og við tónleikinum, var lítil áhugi millum áskoðararnar. Heldur ikki royndir hansara at blíva professari á konservatoriinum í Wien eydnaðust, og peningaliga stóð illa til hjá honum.
Framgongd

Arnold & Mathilde Schönberg
Í 1913 fluttu hann við konu og børnum aftur til Berlin, har hann fekk lektarastarv á Stern konservatoriinum. Her var tað, at hann skrivaði “Pierrot Lunaire”, eftir einum tekst av Albert Giraud, sum Otto Erich Hartleben hevði umsett til týskt. Undir framførslunum av “Pierrot”, hitti Schönberg Igor Strawinsky og Giacomo Puccini, ið báðir høvdu nógv gott at siga um verkið.
Stutt áðrenn Schönberg flutti til Berlin hevði hann skrivað oratorið “Guerrelieder”, ein stór kantata fyri solorøddir, kór og stórt orkestur yvir yrkingar hjá Jens Peter Jacobsen. Tá hetta verkið varð framført í Wien í 1913, fekk tað sera góða undirtøku bæði millum áhoyrara og í fjølmiðlunum, og somuleiðis, tá tað var framført árið eftir í Onglandi og Hollandi.
1. heimsbardagi
Men hann fekk kortini ikki stóra gleði av hesi góðu móttøkuni, tí í 1915 kom 1. heimsbardagi, og Schönberg fekk lítið og onki arbeitt krígsárini. Hann var sendur á officer skúla, og hóast hann í 1916 slapp undan herðnaðartænastuni, var hann aftur innkallaður í 1917 til at spæla í herðnaðarorkestrinum. Í hesum árum arbeiddi hann uppá oratoriið “Jákups stigi”, eitt átrúnarðarligt verk, sum hann ongantíð skrivaði liðugt.
Aftaná kríggið setti Schönberg á stovn “Verein für musikalische Privatauffürungen” (Felag fyri óalmennar tónleikaframførslur), sum var eitt forum fyri nýmótans tónleik. Málið var at skapa tær bestu umstøðurnar at framføra samtíðartónleik. Verk av Schönberg, Berg og Webern og eisini øðrum tónasmiðjum vórðu framførd í óalmennum samkomun. Tær tjóðskaparligu grøvirnar, sum heimsbardagin hevði grivið millum londini, vóru soleiðis javnaðar, í hvussu so er á listarliga økinum, av teimum altjóða sambondunum.

Tólv tóna tónleikurin
Frá 1920 til 1923 skapti Schönberg ein nýggjan hátt at skriva tónleik. Hann var grundaður á tólv tónar í tí kromatiska tónastiganum. Tann sokallaði “tólv-tóna tónleikurin” var bygdur á tað meginregluna, at hvør tóni í hesi tólv-tóna røðini bara kann verða endurtikin, tá allir hinir ellivu tónarnir eru nýttir.
Hetta kann tykjast ógvuliga avmarkandi, men av tí at til ber at nýta speglingar, viðvendingar og umvendingar av ymsum slagið, ber til at gera upp til 44 røðir burtur einari tólv-tóna røð.
Meðan Schönberg arbeiddi við Tólv-tóna tónleikinum, arbeiddu eisini tveir aðrir menn, eysturríkararnir Joseph M. Hauer og Fritz H. Klein, við líknandi tónleikaroyndum, allir uttan at vita av hvørjum øðrum. Tó er prógva, at Schönberg visti okkurt sum arbeiði hjá Klein, men “gloymdi” at nevna tað í sínum teorium.
Viðurkenning
Í 1923 doyði kona hansara Mathilde, og Schönberg skrivaði tá tekstin til eitt requiem, eina deyðsmessu.
Schönberg byrjaði nú at fáa altjóða viðurkenning, serliga aftaná framførslurnar av ein-akt leikunum “Erwartung” og “Die gluckliche Hand” og konsertir á tónleikafestivalinum í Donaueschingen. Og hann fekk starv sum lærari í “master class” í tónasmíði í listaakademinum í Berlin.

Gertrud og Arnold Schönberg
Í 1924 giftist hann uppaftur við Gertrude Kolisch, sum hann m.a. arbeiddi saman við um tað satirisku operaina “Von heute auf morgen”, sum hon skrivaði tekstin til undir dulnevninum Max Blonda.
Útlegd
Tá Hitler tók við valdið í 1933, varð Schönberg koyrdur av akademinum í Berlin, og hann og Gertrude og dótturin Nuria fóru í útlegd til París, har hann skifti aftur til tað jødisku trúnna, sum hann var farin frá í 1898, listamálarin Marc Chagall var vitni.
Stutt eftir fluttu tey víðari til USA, og í 1934 búsettist hann í Los Angeles, har hann hevði privata undirvísing og eisini undirvísti á University of Southern California.
Amerikanskur statsborgari
Hann skrivaði fleiri tónaverk í USA, m.a. “Kol Nidre”, ein konsert fyri klaver og orkestur, sum var ein sonn trúðarjáttan til jødisku trúnna, og “Ode à Napoleon Bonaparte” (tekstur eftir Lord Byron), ein harðlig ákæra móti einaræði og harðræði, har hann samanbar Napoleon við Hitler.
Í 1940 gjørdist hann amerikanskur statsborgari, og hann vendi ongantíð heim aftur til Europa, heldur ikki eftir at heimsbardagin var av, og Wien gjørdi hann til heiðursborgara.
Fíggjarliga støða hansara var ongantíð góð, og sjálvt eftir pensiónsaldur, noyddist hann at halda á at undirvísa. Í 1946 fekk hann ein ringan hjartatilburð, og meðan hann kom fyri seg aftur, skrivaði hann “Stúkara trio”, sum var ein gjøgnumgongd av sjúku hansara. Kantatan “Ein Überlebender aus Warschau”, skrivaði hann í 1947 um sína ræðslu, tá tað kom fram, hvat var hent í týsku og eysturrísku týningarlegunum undir krígnum, og kann hetta verkið skiljast sum sjálvsævisøga.
Seinastu árini
Í 1949 tók eitt tjak seg upp millum Schönberg og rithøvundan Thomas Mann. Mann greiðir í skaldsøgu síni “Dr. Faustus” frá einum kompositiónshátti við tólv tónum eftir einum ímyndaðum tónasmiðji, Adrian Leverkühn. Schönberg kendi, at hetta gekk ov nær skapanarverki hansara, og at Mann tók sær æruna av nøkrum, sum hann ikki átti, hóast tað, at Mann í fororðinum til bókina, nevnir Schönberg. Trætan var ikki av fyrr enn í 1950.
Schönberg hevði hesa vanligu pátrúgv um at 13 er eitt óeydnutal. Tað sigst, at hann undir seinastu sjúkralegu síni, skal hava sagt, at um hann kláraði seg yvirum tann 13., so fór hann at gerast frískur aftur. Hann doyði 13. juli 1951 , 13 minuttir í midnátt. Hann gjørdist 77 ára gamal, og var til tað seinasta ógvuliga greiður yvir, at: ”tað er ikki vantandi, at fólk fara at skilja mítt arbeiði til fulnar fyrr enn um mong ár.”

Pierrot Lunarie
Tónaverið “Pierrot Lunarie” er kendasta verkið hjá Schönberg. Tað er skriva yvir eina langa yrking eftir Albert Giraud, ið er skriva yvir klassisku søguna um Pierrot og Colombinu, ið hevur sín uppruna í comedia del atre-sjónleiki.
Tað var tann sera tónanæma sjónleikakvinnan Albetine Zehme, sum bílegði hetta verk frá Schönberg. Hann var sera áhugaður í hesari bílegging, tí tað gav honum ein nýggjan møguleika at arbeiða við sambandinum millum tónleik og aðrar listagreinir, t.d. málningalist og yrkingar, nakað, ið hevði hansara stóra áhuga.
Tað semerkta við “Pierrot” er at teksturin ikki verður rættliga sungin, og heldur ikki er tað upplestur av yrkingum. Schönberg fann ein nýggja framførsluhátt, kallaður “sprechstimme”, talusangur, har sjónleikarin skal halda seg sera tætt at rytmuni, eins og hann syngur, hóast bert heilt fáir tónar veruliga vera sungnir. Ætlanin er ikki, at sjónleikarin skal tulka talusagnin eftir innihaldinum í tekstinum, men bert eftir tónleikinum, tí at tónleikurin er skrivaður soleiðis, at tað sum tónasmiðurin helt hava týdning í tekstinum, kemur fram tónleikaliga.
Verkið er skrivað fyri klaver, piccolo-floytu, klarinett, violin og bratch og ein sjónleikara. Fyrsta framførslan var í 1912, og tað var Albetine Zehme sjálv, sum framførdi.