Religión frá 7 ára-sjónarhorni

SiriusNú ein dagin, hevði eg eina religøsa samrøðu við mín 7 ára gamla Sirius. Mær dámar ikki at pota religión niður í børn, mest av øllum, tí eg haldi, at tað má vera teirra egna val, hvørjum tey trúgva, men eisini tí eg ikki rættiliga veit, hvørjum eg trúgvi. Men samrøður skal man ikki altíð stýra. Hvussu vit komu inn á evni, minnist eg ikki.

Eg segði, at eg veit ikki rættiliga, um nakar gud er til.

Sirius svarar, at hann trýr so í hvussu so er uppá, at vampyrar eru til.

Eg segði, at um Gud er til, er so er Gud so mikið nógv størri enn vit menniskju, at menniskju avgjørt ikki kunnu vita, hvussu hann/hon er. (Gud er nokk eisini størri enn hann/hon-princippip….) Um Gud er til, so kunnu menniskju ikki seta reglur fyri henni, Gud er nakað vit ikki kunnu ella kanska ikki eiga at skilja, men tað er nokkso gott at hava eina kenslu av, at tað kanska er ein slík vera til, sum er so nógv meira enn vit. Ella er tað ein vera? Er tað ikki nakað nógv meira enn ein vera? Kanska er Gud ALT!!

Vit gjørdust skjótt samd um, at tað helst er so tað er: Gud er alt. Tí kann man saktans siga, at Gud skapti alt, tí hann ER alt! Og vit eru partur av øllum og altso ein partur av Gudi.

Síðani resonnerar Sirius:

Vit mugu vera góð við hvønn annan og ansa eftir hvørjum øðrum og allari verðini, tí um vit eru partur av Gudi og øllum, og um vit ikki ansa eftir hinum og verðini og øllum, so ansa vit ikki eftir okkum sjálvum. “Tað er logiskt!” sigur mín klóki lítli drongur.

Hesin RSAnimate-fyrilesturin sigur nakað av tí saman sum 7 ára gamli Sirius. Tað er uppá tíðina, at vit skilja, at vit øll eru partur av øllum, og vit gera okkum sjálvum skaða, við ikki at ansa eftir øllum hinum:

Tagged . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *