Tað er stuttligt at byggja smáar verðir, líkasum tey Tableaux vivant, eg havi gjørt. Nakað síðani fekk eg eitt nýtt hugskot: at byggja spælidósir. Eg havi nú gjørt tríggjar, men hinar báðar havi eg ikki avmynda nóg væl enn, so tær sleppa tit ikki at síggja (enn).
Her er spælidósin Ósin, sum eg gav pápa mínum í føðingardagsgávu.
- Sirius skaffaði skrokkin til nøtaskipið
- Felisia faldaði svanir av silkipappíri
- flúgvandi tranir
- Felisia faldaði tranir av silkipappíri
- Innbygt í brekkuna vinstrumegin er spælidós, sum spælir eyðkennislagið úr Rigoletto hjá Verdi.
Pingback: Dreymrúm 4, 5 og 6 - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal