Loftmiðlaummælið skriva til loftmiðlablaðið “Úr luftini” í Dimmalætting í mai 1998
Nú er summarið rættiliga komið, sól og ljósar lýggjar nætur – og summarskráin.
Hetta er tann undarliga tíðin av árinum har kvøldini gerast longri og styttri í senn, – eg meini, tað er ljóst til á miðnátt, vit hava nógv minni brúk fyri at sova, vit hava betri stundir at gera alt møguligt, m.a. betri stundir til at lurta eftir útvarpinum, men hvat, – kl. 20 hoyra vit: “Við Havnakórinum, sum syngur “Onki er sum summarkvøld við strendur” gevast vit fyri í kvøld. Góða nátt.”
Eftir tað er so bara sjónvarpið eftir. Og tað hevur tú kortini ikki hug til at hyggja at, tí tað er so ljóst úti, at skalt tú síggja nakað á skýggjanum, so mást tú koyra gardinurnar fyri, og hvør kann fáa seg at koyra gardinurnar fyri eitt vakurt summarkvøld?
Ja, so kundi jú bara verið eftir at sagt, at sjálvandi skal man ikki nýta síni summakvøld uppá loftmiðlarnar, men heldur fara út at ganga ein túr, ella bara sita í hesi næstan óendaligu skýmingini og lesa ein góða bók.
Men man er ikki meira enn eitt menniskja, so har eru kvøld, har man saknar útvarpið, og man kortini letur upp fyri sjónvarpinum.
Summarskráin í Útvarpinum er, um stutt, kortini lívgandi. Har koma fleiri summarligar sendingar. Ein tann mær dámar best er Gjallarhornið hjá Kára Sverrasyni, har tú rættiliga sleppur út at ferðast í tónleikinum. Hetta er nútíðar tónleikur allastaðni úr Verðini, við rótum í tí upprunaliga tónleikinum, soleiðis sum tú hoyrir hann, tá tú ert burturi. Tú kanst kenna teg fluttan inn á tað ella tað hugnaligu lítlu matstovuna á tí ella tí ferðini, har tónleikarin gekk runt millum borðini og við síni fiól og spældi upp til teir kvinniligu gestirnar, ella tónarnir, tú hoyri sníkja seg út úr einari smogu, tá tú gekst í onkrum heitum býarparti niðri í Suðureuropa ella onkra aðrastaðni í Verðini.
Leitaði tíverri til fánýtis í skránni eftir eini sending, sum síðsta summar eisini fekk meg at ferðast í huganum, áðrenn eg yvirhøvur kom av landinum, nevniliga Kon Tiki hjá Birgir Kruse. Spell at tann tátturin ella onkur líknandi ikki er uppafturtikin í ár.
Havi ikki enn havt stundir ordiliga at lurta eftir tí nýggj seinnapartssendingini Nón, hon liggur fyri meg í eini keðiligari senditíð, men tað, eg havi hoyrt, tykir mær deiliga lætt og summarsligt……..
Eitt annað, ið so sanniliga eisini setur Føroyar í summarstemning er morguntátturin hjá Michael Reveel, sum ferð á ferð runt í landinum við okkara útlendsku gestum, – og við okkum við fyri so vítt. Orðatakið “Gløgt er gestsins eyga” kom mær meir enn eina ferð í hug, tá eg lurtaði síðsta summar………..
Gardinurnar fyri og hvat so?
SvF man hava tikið hatta við gardinunum til eftirtektar sunnukvøldið: Tey sendu ikki ta góðu føroysku sendingina Innskot fyrr enn kl. 23. Kortini løgið at ein sovorðin sending, sum krevur eitt sindur av síggjaranum/lurtaranum skal verða send so seint, at tey flestu ikki longur hava orku til at geva sendingini teir eftirtankar, hon hevur uppiborið.
Tað er ótrúliga áhugavert at hoyra fólk tosa, sum veruliga hava gjørt sær djúpari tankar um ymisk evni, sum t.d. hetta sum hevur verið eitt av høvuðsevnunum í Innskotið, nevniliga Føroyar, ella føroyingar í mun til umheimin.
Men eitt havi eg fleiri ferðir hugsa um, og eg veit, at eg ikki eri heilt einsamøll um hetta, og tað er, at tað er sum har vantar okkurt, ja, kanska er tað eitt sindur av dirvið frá tíðindafólkinum til at borða eitt sindur svørunum hjá tí innbodna, at hanga seg eitt sindur minni føst í teir spurningarnar tey hava gjørt sær frammanundan. Av og á kennir tú, at gesturin júst er komin inn á nakað heilt essentielt, í tí hann ætlaði sær at siga, tá hann/hon verðu avbrotin og leiddur víðari til ein annan spurning.
Hetta er ikki bara galdandi fyri júst hesa sending, men fyri onkrar aðrar við. Men hvat okkara sjónvarp er ungt, kanska eru hetta bara “barnasjúkur”, dirvið kemur jú við aldrinum og royndunum……….