Tekstur skrivaður til sendingina Kon Tiki hjá Birgir Kruse í Útvarpinum summar 1998
Ein oyggjabúgvi, latum okkum kalla hann Móses, flutti inn á meginlandið, 650 kilometrar frá havinum.
– Herligt, hugsaði hann, nú ber til at koyra til alt, onki hav, sum heldur meg burtur frá hesum heimi fullum av ríkum upplivingum, øll tey støðini og tingini eg altíð havi droymt um at sæð, nú eru tey fyri hond. Eg kann bara seta meg í eitt tok ella ein bil, og so eri eg allastaðni, áðrenn eg veit av, ikki neyðugt at hugsa um skip ella flogfør.
Ja, sjálvt havið er har eisini, tá eg vil hava tað! Nú er tað ikki tað sum ræður øllum.
Í fyrstani ímyndaði Móses sær, at havið var bara onkrastaðni har yviri vestanfyri sjónarringin aftanfyri trækrúnurinar, og tað var tryggjandi at vita sær. Gott at vita, at havið kortini er har, um tú skuldi komi til at sakna tað onkran dagin.
Nú var tað so, at hóast hann var mitt á meginlandinum, og hevði alt hann kundi ynskja sær fyri hondina, so at siga, fór hann ikki rættiliga nakrastaðni, so tað fyrstu longu tíðina gjørdist tað honum ikki veruliga greitt, at sjónarringurin bara var ein sjónarringur og ikki ein havsbrúgv. Hevur tú nakrantíð hugsa um munin?
Tað hevði Móses ikki. Inntil hann ein dagin ætlaði sær at síggja okkurt av øllum, hann hevði fyri hondini, so at siga. Tá varnaðist hann, hvussu stórt meginlandið er í mun til eina oyggj, hvussu langt burtur alt veruliga var, eisini havið. Og hann skilti knappliga munin millum sjónarring og havsbrúgv. Havsbrúgvin er, har himmal og hav renna saman í eitt, ein beint blá linja har tú sært, at jørðin er rund. Sjónarringurin er, har tú ikki sært longur, tí onkur heyggur ella skógur ella stórbýur kemur uppfyri og møtir himmalinum.
Frá tí løtuni fór oyggjarbúgvin Móses at kenna seg eitt sindur meira vilstan fyri hvønn dag sum gekk.
Hann tók at ganga oman til tann lítla løkin, ið lá stutt hagani hann búði, og stóð leingi og stardi niður í tað tutlandi vatnið. Tað rann í ein vestan, út móti havinum. Hugur hansara fór avstað við streyminum, fylgdi løkinum til hann rann út í eina størri á, yvir í kanalina, fylgdi einum kanalbáti við tungum farmi, streymaði gjøgnum smáar bygdir, undir smáar smalar brýr, og svam gjøgnum larmandi stórbýir, har tokini dundu yvir um tungar jarnbrýr, og steðgaði ikki á, fyrr enn hann var við áarmunnan og hoyrdi brimið brúsa. Tá kundi hann næstan kenna roykin av tara í nasunum eitt andarhald. So var tað burtur, og vatnið við føtur Mósesar var bara ein lítli gruggutur løkur og ikki minsta petti salt.
Hann hugsaði bara um vatn. Tá vatnið brúsaði úr krananum niður í baðikarið, hoyrdi hann ein foss detta niður í havið av einum bergi, hann sat og lurtaði efir tí, við afturlatnum eygum, inntil hann mintist, at hetta vatnið kom upp úr jørðini, úr einum myrkum brunni.
Tá tað regnaði, hugsaði hann um eitt heitt hav, sum fordampaði, gjørdist til tøtt regnskýgg, sum struku inn yvir fastlandi úr vestri og regnaðu beint niður í urtagarðin hjá honum. Móses fór hattleysur útum, og lat droparnar duka niður á skallan.
Onki var betur enn tá vesturættin ýldi og regnið dundi inn á rútarnar, tá kravdist ikki nógv ímyndingarevni fyri at kenna sjórokið, men ikki var neyðugt at vaska salt av rútunum dagin eftir.
Móses læs bara bøkur um havið, um sjófarar á øllum heimhøvum, um ævintýrara, um sjórænarar, um fiskimenn, ja, sjálvt vísindaliga bøkur um sjómansskap, um havmeterologi, havbiologi, havjarðfrøði, hav, hav, hav, onki, sum hevði hav at gera fór framvið hungrandi eygum hansara.
Hann droymdi um næturnar um eina klótu, har onki meginland var, bara oyggjar og hav.
Tann dagin vinkona hansara kom heim við einum luktilsi, sum onkursvegna minti hann um sjórok, vóru allir trupuleikar, ið høvdu verið teirra millum gloymdir.
So var tað hann fór at síggja aldurnar, jarðaraldurnar.
Stutt higani hann búði, var landbúnaðarøki. Av tí at landslagið her um leiðir var heyggjalandslag, vóru akrarnir ikki slættir. Teir aldaðu. Um heystið vóru tað reyðbrúna myrkar aldur, sum stormfult Atlantshav, tíðliga á várið ljósagrønar, næstan sum heitt Miðarahav, og um summarið kundu tær vera t.d. so skínandi, aldandi gular, at tað næstan kundi minna um sólina, sum skein á summarhavið allastaðni kring knøttin. Og tá lotið streyk gjøgnum teir búnu akrarnar, skuldi Móses bara klípa eyguni eitt sindur saman fyri at síggja aldurnar liva. Hann hoyrdi likkurnar skríggja, tokulúurin ýla, trukkar og kranar á kaiini.
Og oyggjabúgvin skilti, at havið var innan í honum sjálvum. Hann var føddur við havinum kring seg, og hevði livað so leingi við tí at hann hevði ikki blóð í æðrunum, men saltvatn og tara, og í tí hann sleikti tárini sum runnu oman móti yvirvørrini skilti hann, at frið í sálina fekk hann ikki, fyrr enn sjónarringurin aftur var vorðin til havsbrúgv, helst allan vegin rundan um hann.