Toran gongur – nýggj myndprýdd skaldsøga / The Sound of Thunder – new illustrated novel

Toran gongur er ein hjartanemandi søga, har ótrúlig ting, sum eingin kundi ímyndað sær, veruliga henda.

Bókin varð løgd fram á Føroya Listasavni 8. novembur 2023


Solveig Hanusardóttir Olsen tosaði við høvundan um bókina og myndirnar, og &Bartal spældi. Nógv fólk komu til tiltakið.

Eitt úrval av upprunamyndunum úr bókini vóru á lítlari framsýning til tiltakið. Tær eru listagrafikkur cyanotypiprenti, turrnálsprenti og akvarell.

Forlagið sigur um bókina:
Í einum stórum gomlum húsi búgva fýra húski. Øll í húsinum hava sár á sálini. Ein dagin bjóðar fjúrtan ára gamla Aurora øllum til døgurða, og tey taka eitt trilvandi fet inn í lívið hjá hvørjum øðrum. Um náttina gongur toran, so tað buldrar og brakar í húsinum. Tá tey vakna um morgunin, er Sirje horvin – gentan, sum ongastaðni fer einsamøll – og tey mugu øll hjálpast at, um tey skulu finna hana aftur.
Bókin snýr seg um fólk í øllum aldri og kann verða lisin av øllum heilt niður í umleið 10 ár. Bókadeild Føroya Lærarafelags gav bókina út.

Tagged , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *