Varðin er komin!

Varðin 89, Trödl gjørdi permuna

Í 2020 tóku Sanna Klein, Sanna Andrassdóttir Dahl og eg við ritstjórastavninum á Mentanarritinum Varðanum eftir Dorit Hansen, sum hevði fingið árini fyri hevði fingið gamla mentanartíðarritið upp til eitt nútímast, dygdargott mentanarrit. Hetta var ein spennandi, men stór uppgáva og tað var við bivandi hjarta at vit fóru undir arbeiði.

Tá tilfarið byrjaði at koma inn, gjørdist tað kortini greitt, at vit ikki vóru einsamallar um at vilja Varðanum væl. 1. Varði okkara, nr. 87 í røðini, 99. árgangur, kom út mitt í umfarssóttini og ongir stórslignir Bókadagar kundu verða. Kortini møttu so nógv, sum loyvi var til til eina hátíðarliga løtu.

Varðin 87, Silja Strøm gjørdi permuna.

2021 var so stóra Varðaárið: 100 ár liðin síðani 1. Varðin kom. Nógv áhugavert tilfar kom inn og vit lótu Varðan í gull til høvið.

Nú er 3. Varði okkara komin og í dag, 19. november verður hann lagdur fram á Bókadøgum í Norðurlandahúsinum.

Les meira um Varðan á heimasíðu Varðans www. mentanarrit.fo.

Tagged , , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *