Veiða vind í Sjónleikarhúsinum Mentanarnáttina

Sýning av symfoniskum marionettleiki í Sjónleikarhúsinum

Í dag kl.17 fríggjadagin tann 6. juni verður ein almenn sýning av symfoniska marionettævintýrinum “Veiða vind” hjá Karavella Marionett-Teatri. Sýningin verður í Snikkarastovu í Sjónleikarhúsinum.

20130901_1077

Fleiri túsund føroysk og íslendsk børn hava upplivað søguna saman við stórslignum symfoniorkestri, og nógv hava eisini lisið bókina, men tað er heilt ørvísi at síggja smáar livandi leikarar spæla søguna fyri tær á pallinum. Leikurin hevði frumsýning á Ólavsøku í fjør og hevur síðani ferðast um landið. Á Mentanarnáttini hava havnabørn og -vaksin møguleika at síggja lítlabeiggja fara út at veiða vind og møta ævintýrunum í hugaheimi sínum. Tey sleppa at hitta stórabeiggja og systir, sum eru um hann, uttan at hann varnast tað. Drekin fer at flúgva um pallin, alt meðan vakri tónleikurin hjá Kára Bæk spælir undir.

Vetur kongur

Vetur kongur

Í 2011 spældi Føroya Symfoniorkestur fyrstu ferð tónleikaævintýrið á barnakonsertunum í mai. Verkið var bílagt frá tónasmiðinum Kára Bæk og høvundanum Rakel Helmsdal og Janus á Húsagarði var síðani biðin at gera myndir til søguna. Bókin við søgu, myndum og fløgu við tónleikinum kom út á Bókadeildini um sama mundi. Í fjør verkið framført í Hørpu av íslendska symfoniorkestinum og bókin kom út á íslendska Forlagnum.

Hetta er triðja leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri, sum Rakel Helmdal setti á stovn í 2011. Rakel Helmsdal hevur skrivað leikrit og er marionettførari. Hedvig Westerlund-Kapnas hevur leikstjórnað.

Sýningin verður kl. 17, men um fyrra sýningin skuldi verið útseld, verður eykasýning kl. 18.15. Atgongumerki kunnu fáast ein tíma undan sýning og kunnu bíleggjast hjá Karavella Marionett-Teatri við at ringja til 216596 ella t-post á rakel.helmsdal@gmail.com.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *