Framsýningin “Iscenesat” í Trappegalleriet Nakskov

Frá 27. august til 24. september 2022 hevði eg listaframsýning saman við Pernille Mejslov í Trappegalleriet í Nakskov í Danmark. Pernille hevði bjóðað mær við og sjálvandi takkaði eg ja til at hava mína fyrstu framsýningi uttanfyri Føroyar. Listafólkaparið Kit Kjærbye og Ole Holm, sum eiga gallaríð, tóku sera væl ímóti okkum. Vit høvdu kalla framsýningina “Iscenesat – masker og rum”.

Pernille og eg hongdu framsýningina upp saman og eg var verðandi í húsunum eina lítla viku og skrivaði víðari uppá skaldsøguna “Leyp nú, Eva”. Hóast ikki øgiliga nógv vitjan var í framsýningini, fekk eg sera nógv burturúr niðri í vakra lítla býnum á Lollandi.

Her eru nakrar myndir frá framsýningini:

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Framsýningin “Iscenesat” í Trappegalleriet Nakskov

  1. Pingback: Nýggj stuttsøga og yrking – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *