Reiggjan / The Swing

Onnur myndabók mín kom út á heysti 2021.

Søgan er um tvíburðarnar sum ynskja sær reiggju, men ikki sleppa fyri foreldrunum. Ein dagin gera tey kortini eina reiggju og spæla í henni allan dagin. Endin kann sigast at vera eitt sindur óvæntaður.

Í hesi bók nýti eg nakað av somu tøkni sum í fyrru bókini, Loftar tú mær?, har dreymkykt spæla leiklutirnar og myndirnar verða settar saman av ymsum elementum. Í Reiggjuni eru tó nógv fleiri tekningar gjørdar í tekniforritið (hesaferð Adobe Fresco) og eisini eru grafisk prent nýtt, t.d. er svarta træið, sum spælir ein høvuðsleiklut, eitt linoleumsprent og nógvar av bakgrundunum aftanyfyri tekningarnar eru geleprent.

Eisini hesa bókina fekk eg hjálp frá Pætur Eyðunsson til tekstuppsetingina.

Bókadeild Føroya Lærarafelag gav bókina út.


English resumé from Farlit:

“Reiggjan” (The Swing) is an illustrated children’s book which is both written and illustrated by Rakel Helmsdal.

The story is about a pair of twins who have a strong wish to have a swing in the tree by the garden but the parents refuse. One day they take matters in to their own hands and build a swing, and as they enjoy the swing ride they go on an imaginary adventure around the world. But the next day the parents have taken down the swing and the question is why.

The beautiful illustrations are made by using various techniques and several layers to create the three dimensional style.

The book is published by BFL.

Tagged , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.