Kjarr – ein “spor-skaldsøga”

Eitt er, ið kallast “road movie” og í bókmentaheiminum finnast eisini “road novels”, altso “vegaskaldsøgur”. Kjarr er næstan tað, men vegurin er fyri tað mesta ein tokbreyt, so Kjarr kann kanska kallast “a rail novel”, ella ein “sporskaldsøga”.

Bókin er um ungu kvinnuna Laura, 21 ár, sum eftir ein traumatiserandi barndóm roynir at fóta sær. Mitt sum hon roynir at liva eitt so friðarligt lív sum gjørligt, finnur hon eina beinagrind av einum menniskja undir einum pílakjarri og av orsøkum, hon næstan ikki skilur sjálv, ger hon av at finna loysninga á gátuni sjálv, heldur enn at fara til løgregluna við óhugnaligu finningini. Leitan førir hava út á eina langa ferð, úr Lamba til Suðurfraklands og heim aftur, og onki er so, sum tað sær út til at vera.

Hugskotið til søguna fekk eg onkuntíð 1989-91, tá eg arbeiddi sum urtagarðskvinna í Havn, men ikki fyrr enn nógv ár seinni fekk eg av álvara hug at skriva søguna. Hon skuldi vera sum ein dagbók við myndunum hjá ungu kvinnuni.

Meðan eg skrivaði skaldsøguna leitaði eg eftir teknara. Tað skuldi vera ein ung kvinna, ein av hesum, sum hevur teknað altíð, so tað var lættari hjá henni at spæla leiklutin sum Laura. Eftir nakrar miseydnaðar roynir játtaði Kathrina Skarðsá at taka stóru uppgávuna á seg.

Hon gjørdi júst tað, sum eg mest ynskti: hon avgjørdi at illustera bókina so hvørt sum hon læs, so hon eins og Laura, ikki vist hvat lá fyri framman. Eg haldi tað er tí, at bókin er vorðin so væleydnað. Kathrina hevur veruliga verið Laura og liva seg ígjøgnum hennara upplivingar, bæði stuttligar og harðar.

Sum høvundur kann eg ikki takka Kathrinu nóg nógv fyri hetta. Hon hevur fingið Kjarr at síggja út, júst sum eg ynskti mær tað.

Pætur Eyðunsson Jensen hevur sett bókina upp, so hon kom at kennast sum ein verulig ferðadagbók.

Nakrar síður úr Kjarr

Kjarr kom út í november 2020 á vælvitjaðum tiltakið í Norðurlandahúsinum, hóast regnið glýmdi niður. Soleiðis var tiltakið lýst:

Kjarr Bókaframløga

Rakel Helmsdal hevur skrivað eina ungdómsskaldsøgu, sum bæði í innihaldi og formi ferðast nýggjar leiðir og hevur víðan listaligan sjónarring. Hetta er ein fangandi og nemandi søga, sum lesarin upplivir bæði ígjøgnum ymisk tekst- og frásøgusnið og myndir: frásøgurødd, dagbókatekstir, tankatekstir, listar, skitsur og myndir bera øll søguna hjá høvuðspersóninum, Lauru, fram. Kathrina Skarðsá hevur myndprýtt bókina og givið henni eitt nýskapandi og sermerkt snið.

Ein beinagrind í einum kjarri. Ein knústur barndómur. Ein verð, sum tú ikki visti var til, men kanska hoyrir heima í. Eitt lítlafingurbein í lummanum og ein ryggsekkur á bakinum. Søgan um Lauru er ein ferð ígjøgnum minnir, manesjur við logandi kyndlum og ein leitan eftir svarum upp á brennandi spurningar. Einasta vitnið: dagbókin.

Á tiltakinum spældi blásikvartettin Euterpe. Ein lesari, Annika Dalsgaard, segði frá síni lesiuppliving av Kjarr og Eyð Steinbjørnsdóttir hevur samrøðu við Rakel Helmsdal.

Síðani er nógv vatn runnið í ánna og bókin hevur, ein og “Hon, sum róði eftir ælaboganum” gjørdi, liva sítt stilla lív í 2 ár, uttan at høvundurin hevur hoyrt nógv til hana.

Tó hevur eitt resumé-ummæli av bókini verið í Dimmalætting og lisið í Kringvarpinum. Og eitt ummæli av uppbyggingini av skaldsøguni var í Varðanum 88.

Her eru nakrar myndir frá døgunum, tá Kjarr kom út:

English resumé:
“Kjarr” (Shrub) is a novel for adults and young adults, and it is artistically groundbreaking both in its form and content. The story is catching and moving and is told through different narrative styles, texts and illustrations: story-telling, diary text, thoughts on paper, listings, sketches and illustrations tell the story about the main character, Laura.
A skeleton is found in a shrubbery. A broken childhood. A world, which you didn’t know of but maybe belong in. A bone of a little finger in the pocket and a rucksack on the back. The story about Laura is a journey through memories, circuses with burning torches and a search for answers to crucial questions. The only witness: the diary .

Kathrina Skarðsá has made the unique illustrations and the novel is published by BFL.

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published.