Karavella Marionett-Teatur á Suðuroyar-turné við tveimum leikum

Karavella Marionett-Teatur hevur nú tveir leikir á skránni:

Dansa so væl og leingi“, sum er leikur fyri vaksin og børn, ið tíma at lurta. Hann verður leiktur í stóra ferðandi leikhúsinum, við marionettum.
Les meir um leikin HER.

Hin leikurin er “Skrímslalív“, fyri børn og barnligar sálir í øllum aldrum, sum er leiktur á einum pop-up pappírsleikhúsi við pappírsleikarum.
Les meira um leikin HER.

Hesar báðar leikir fáa suðringar nú møguleika at síggja. Um nóg nógvar bíleggingar koma, fer Karavella Marionett-Teatur at vitja í Suðuroy alla vikuna frá 5. til og við 9. juni. 9. juni eru longu tvær sýningar av Dansa so væl og leingi á skránni í Trongisvágs skúla.

Ringið á 216596 og bílegg sýningar beinan vegin, um tit vilja tryggja tykkum møguleikan!

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *