
This gallery contains 20 photos.
Her er ein myndafrásøgn frá seinastu døgunum við arbeiðsborðið. Ein marionettmakari hevur nógvar leiklutir, m.a. skræddari, frisør og skómakari. Og tað leggja frensar forrestin onki í…
Karavella Marionett-Teatur hevur nú tveir leikir á skránni: “Dansa so væl og leingi“, sum er leikur fyri vaksin og børn, ið tíma at lurta. Hann verður leiktur í stóra ferðandi leikhúsinum, við marionettum. Les meir um leikin HER. Hin leikurin er “Skrímslalív“, fyri børn og barnligar sálir í øllum aldrum,… les meira….
10. apríl 2016 var frunsýning av nýskrivaða marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri. Hedvig Westerlund-Kapnas leikstjórnaði leikinum, sum Rakel Helmsdal skrivaði, spældi og skapti. Søgan er um Eleonoru og Sindra, tvey børn, sum vaksa upp saman, gerast góð og verða atskild vegna ymisk áhugamál. Hægsta ynski… les meira….
Tíðindaskriv: Marionettleikurin Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri verður aftur at síggja á Ólavsøku. Seks sýningar verða í kjallaranum hjá Tilhaldinum, gróthúsið í Grasagarði, tann 27., 28. og 29. juli kl. 15 og 17. Dansa so væl og leingi er ein lívssøga um menniskju við eini passión. Ein… les meira….
Leingi er tað, ið væl skal vera, siga tey. Í hvussu so er hevur hesin leikurin verið leingi á veg, tað er næsta tvey ár síðani, at fyrsta hond varð løgd á marionettirnar og ætlandi skuldi leikurin havt frumsýning síðsta summar. Men so skuldi ikki vera. Men í dag, tann… les meira….
(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.) Nøkur orð um “Dansa so væl og leingi” GUNNVÁ ZACHARIASEN·10. APRÍL 2016 Altso, eg kundi ikki verið meira samd og skuldi júst seta meg niður at skriva nøkur vælmeint orð um listaverkið hjá Rakel Helmsdal… les meira….
(Ummælið stóð á Facebook. Eg loyvi mær hervið at leggja tað á bloggin.) “Dansa so væl og leingi” -ummæli HANNA JENSEN·9. APRÍL 2016 Eg var so heppin at sleppa til forfrumsýning í Karavella Marionett-Teatri til leikin “Dansa so væl og leingi” við manni og Degi, yngsta soninum. Ein slík dukkuteatursýning… les meira….
Frá 9. apríl til 8. mai verður ein øðrvísi listaframsýning í Dansistovuni í Norðurlandahúsinum. Í samband við Barnafestivalin hevur Norðurlandahúsið heitt á meg at hava framsýning av øllum leikarahópinum hjá Karavella Marionett-Teatri, sum nú telur 32 marionettir og eisini leikhúsinum, har nýggi leikurin “Dansa so væl og leingi” fer at… les meira….
Onkur hevur kanska undrast á, at frumsýningin av nýggja marionettleikinum Dansa so væl og leingi hjá Karavella Marionett-Teatri enn ikki hevur verið. Boða var frá, at venjingarnar vóru farnar í gongd, men tíverri fekk leikstjórin forfall júst eftir hesi tíðindi vóru farin út og síðani er stutt sagt næstan onki… les meira….
This gallery contains 20 photos.
Her er ein myndafrásøgn frá seinastu døgunum við arbeiðsborðið. Ein marionettmakari hevur nógvar leiklutir, m.a. skræddari, frisør og skómakari. Og tað leggja frensar forrestin onki í…
Fríggjadagsmyndin í dag er mín egna, tí í gjár var ein serligur dagur: Fyrsti venjingardagur av nýggja leikinum “Dansa so væl og leingi”!! Leikstjóri mín, Hedvig Westerlund-Kapnas, og eg hittust fyri fyrstu ferð í mínum improviseraða venjingarhølið í eini vatnskæddari íbúð á Hoydalsvegnum, sum skyldmaður mín Egil Helmsdal, hevur verið… les meira….