Myndabøkur


Veiða vind

Eitt tónleikaævintýr eftir Rakel Helmsdal og Kára Bæk. Janus í Húsagarði gjørdi myndirnar. Við bókini fylgir fløga, har Føroya Synfomiorkestur við Bernhardi Wilkinson sum orkesturleiðara spælir tónleikin.

Veiða Vind er um trý systkin, tær fýra árstíðirnar, ein dreka, eina álvagentu og eina bjørn. Ævintýrið er eisini um hugflog og veruleika í einum skapandi meldri. Søgan byrjar, meðan stóribeiggi liggur og lesur uppá kvæðið um Ólav Riddararós, sum skal út á heiðina at veiða villini hind.

Veiða Vind kom út í 2011 samstundis sum Føroya Symfoniorkestur spældi hana á Barnakonsertum fyri yvir 4000 børnum.

Veida_Vind_1751Veiða vind er umsett til íslendskt. Forlagið gav út í 2013, tá verkið eisini varð spælt í Hørpu av íslendska symfoniorkestrinum.

Karavella Marionett-Teatur bjørdi bókina til leik í 2013.

Bókin var tilnevnd Nordisk Børnebogspris í 2012, og marionettleikurin um bókina fekk part av heiðrinum í Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar Býráðs í 2014.

HER er útvarpsummæli av bókini.

Les meira um bókina og leikin HER

linja

 

permanRevurin við silkiturriklæðinum

Marionettævintýr, umskrivað eftir kenda ævintýrinum Køtturin í styvlum eftir Charles Perrault. Í bókini er alt ævintýri og vakrar myndir frá leikinum hjá Karavella Marionett-Teatri.
 
Les meira um bókina og leikin Revin við silkiturriklæðinum HER 
linja
 

Bøkurnar um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl

Bókarøð skriva saman við íslendsku Áslaug Jónsdóttir og svenska Kalle Güettler. Áslaug myndprýddi eisini. Nógv tilfar um skrímslini er at lesa á heimasíðuni hjá Áslaug HER!

Bøkurnar eru allar skrivaðar á trimum upprunamálum, nakað sum er rættiliga óvanligt. Vanligt er, at ein bók verður skrivað á einum upprunamáli, og síðani umsett. Trý forløg geva upprunaútgávurnar út.

S1 Nei! segði lítla skrímsl

Lítla skrímsl hugnar sær heima, tá Stóra Skrímsl bankar uppá. Lítla skrímsl vil ikki lata upp, tí Stóra Skrímsl ger altíð fortreð. Torir hann at siga nei?

Bókin kom í 2004.

Bókin fekk sera góð ummvæli tá hon kom út, og vit fingu tí hug at halda á at skriva um skrímslini bæði.

Hon er nú komin á 15 málum og tað verða skjótt 16.

linja

 

S2Stór skrímsl gráta ikki

Lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eru nú vinir, men tað er ikki lætt altíð at vera saman við einum, sum dugir alt betur enn tú. Og stór skrímsl eiga ikki at gráta… ella?

Bókin kom í 2006 og er útgivin á 14 málum.

Hon fekk Barnabókaverðlaun Menntaráðs Reykjavíkur í 2007.

 

linja

S3Myrkaskrímsl

Tað er hugnaligt at sita einsamallur heima og hugna sær, inntil lílta skrímsl hoyrir ljóð, sum hann ikki kennir. Tá er gott at hava ein stóran djarvan vin, sum onki ræðist … ella ger hann?

Útgivin í 2007, finst á 8 málum.

 

 

linja

getimageSkrímslasótt

Tað er strævið at vera sjúkur eisini hóast tú hevur ein vin, sum fegin vil gera alt fyri at tú skalt fáa tað betur.

Útgivin í 2008, er á 8 málum.

 

 

 

linja
getimage (3)Skrímslavitjan

Lítla skrímsl hevur fingið annan vin á vitjan og hevur ikki stundir at spæla við Stóra Skrímsl. Tá hann so sleppur upp í part gerst greitt, at tað ofta ikki er lætt at spæla tríggir saman.

Kom í 2009, er á 7 málum.

 

 

linja

getimage (2)Skrímslahæddir

Stóra Skrímsl torir alt, og lílta skrímsl ræðist hæddir. Tá er lættari at látast sum um hann torir. Men hvat so, um tú mást prógva títt reyp?

Kom í 2011, er á 5 málum

 

 

 

linja

getimage (1)

Klandursskrímsl

Skrímslini bæði keða seg illa og fara at klandrast. Nógv ljót orð verða søgd og so hendir nakað ræðuligt.

Klandursskrímsl kom í 2013, og er nú á 6 málum.

Ísland tilnevndi í 2013 bókin til Barna- og ungdómsbókmentaheiðursløn Norðurlandaráðsins í 2013

 

linja

Skrímsl8Skrímslakiskan

Lítla skrímsl hevur fingið so elskuliga kettling og Stóra Skrímsl hevur onki kelidýr. Ein dagin verður kettlingurin burtur og teir noyðast at fara at leita allastaðni eftir honum. Hvar man kettlingurin vera?

Kom í 2014 og er á 5 málum.

 

 

linja

Fleiri skrímslabøkur eru undir umbúnað.

Skrímslini hava verið spæld sum marionettleikur av Karavella Marionett-Teatri og sum leikur við stórum leikarum í Kúluni í Reykjavík.

Les meira um bøkurnar og leikirar og skrímslahøvundarnar HER

Nógv ummæli eru av bókunum. Eg fari at leggja tey út so við og við.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *