Bílegg eina marionettsýning

 

Karavella Marionett-Teatur hevur í løtuni leikin SKRÍMSLALÍV á skránni. Les um leikin við at tøppa á myndina.

Til ber at bíleggja sýningar út á tykkar stovn/skúla/fyritøku.

Bílegging:

Hevur tú hug at bíleggja eina ella fleiri sýningar av SKRÍMSLALÍV, kanst tú seta teg í samband við Karavella Marionett-Teatur her:

Karavella Marionett-Teatur
att: Rakel Helmsdal
handan Á 3B
100 Tórshavn
tlf: 316596/216596
t-postur: rakel(kurla)helmsdal.fo

 

Um ferðandi leikhúsið:

Karavella Marionett-Teatur er eitt ferðandi leikhús og tí ber til at bíleggja eina sýning út nærum allastaðni í landinum.

Leikhúsbilurin í guds frí náttúru

Leikhúsbilurin í Hvalba

Karavella á ferð:

Karavella Marionett-Teatur kann koma út á tykkara skúla, stovn ella fyritøku. Hjá tykkum krevst bara eitt rúm, sum kann myrkaleggjast. 
Av og á ber eisini til hjá tykkum at koma til okkara. Leikhúsið hevur í ávísum tíðarskeiðum innivist í væl egnaðum hølum í Havn. Vitja aftur á heimasíðuna at vita nær hesi eru ella nær almennar sýningar eru á skrá.

20111025_0494

Karavella í musikkskúlanum í Sørvági

Hent at vita:

  • Høli á stødd við vanliga skúlastovu kann nýtast. Tó ongantíð lægri til loftið enn uml. 2,5 m.
  • Hølið má kunna myrkaleggjast. (Saknast myrkaleggingartjøld, ber til at nýta svartar plastposar. Karavella Marionett-Teatur átekur sær ikki myrkaleggingina.)
  • Ein vanlig streymkontakt má vera tøk.
Karavella í Pakkhús 4

Karavella í Pakkhús 4

Prísur:

  • 3500 kr fyri hvørja sýning

G.G:

  • Tvær sýningar kunnu verða um dagin (í serligum førum tríggjar). 1 til 1½ tíma millum sýningarnar.
  • Til ber t.d. at fleiri stovnar (t.d. skúli og dagstovnur) bíleggja sýningar saman.
  • Karavella Marionett-Teatur vitjar allastaðni, har til ber at koma við leikhúsbilinum.

 

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

2 Responses to Bílegg eina marionettsýning

  1. Pingback: Dansa so væl og leingi – 4. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Skrímslalív – 5. leikverk hjá Karavella Marionett-Teatri – Hugspor og blik – Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *