Í oktober og november verður ein intensiv høvundaverksmiðjan á Føroya Fólkaháskúla undir navninum:
Skriva eina stuttsøgu
Á verksmiðjuni lærir tú at nýta snarskriving sum amboð og fært innlit í søguuppbygging, persónslýsing og annað, sum er grundleggjandi fyri at skriva eina góða stuttsøgu.
Hvør einstakur luttakari fær persónliga ráðgeving, og øll enda við at hava skrivað eina nýggja stuttsøgu. Teir flestu av skriviteknikkunum eru nakrir, sum kunnu nýtast til alla aðra skriving eisini, so tað eru ikki bara tey, sum hava hug at læra seg at skriva søgur, sum fáa nakað burturúr hesum.
Skeiðsdagarnir eru:
Týskvøld tann 15. oktober kl. 18 til 21
Týskvøld tann 22. oktober kl. 18 til 21
Leygardag tann 26. okotber kl. 10 til 15
Týskvøld tann 5. november kl. 18 til 21
Leygardag tann 9. november kl. 10 til 15
Týskvøld tann 12. november kl. 18 til 21
Undirvísari og ráðgevi er Rakel Helmsdal, rithøvundi, sum í 13 ár hevur havt skriviskeið á kvøldskúlanum og aðrastaðni kring landið fyri fólkið í øllum aldursbólkum. Seinasta skeiði hon helt, var læraraskeið við Gjógv. Her kanst tú lesa, hvat luttakararnir hildu um skeiði.
Tekning á háskúlanum á haskulin@haskulin.fo ella á tlf. 311743.
Nærri upplýsingar um skeiði kunnu fáast á heimasíðuni hjá Háskúlanum og við at ringja til Rakel á 216596.
Skeiði er tað fyrsta á nýggja listaátaki Háskúlans, sum skjótt verður meira at hoyra um 🙂
Her ber til at lesa meira um skriviskeiðini hjá Rakel.
Pingback: Skriviverksmiðja í In mente - Rakel Helmsdal
Pingback: Farin skeið | Listaháskúli Føroya