Skriviskeið við Gjógv

Í farnu viku tóku 14 lærarar lut í skeiðnum “Gleðin at skriva”, sum Nám skipaði fyri. Skeiði, sum var frá hósmorgni til fríggjadag seinnapart var hildið á Gjáargarði við Gjógv.

Nám skipar fyri hesum skeiðnum í samband við, at skrivikapping fyri 9. flokkar í Føroyum verður útskrivað í januar. Meira um hesa kapping seinni.

20130926_2324

Innleiðandi skrivivenjingar og gjøgnumgongd av ymsum grundleggjandi skriviteknikkum og nógv hart arbeiði førdi til, at øll 14 skrivaðu hvør sína stuttsøgu. Og 14 lærarar fóru væl nøgdir heim at geva skrivigleðina víðari til sínar næmingar.

Í eftirmetingunum er m.a. at lesa:

“Sera væl skipað, inspirerandi og gott skeið! Gott við teori og praksis blandað saman á henda hátt.”

“Stuttligt, sera áhugavert, strævið.”

“Læruríkt at fáa nakrar lyklar at koma í gongd at skriva.”

“Praktiski parturin sera inspirerandi.”

“Tað var læruríkt at royna tað í verki sjálvur, ið vit ofta seta næmingar til. Tað kendist mennandi og avbjóðandi.”

“Grænseoverskridende!! Sera stuttligt – serliga at skula lesa tað upp, mann sjálvur hevur skrivað! Fantastisk kensla at uppliva at fáa eina stuttsøgu burtur úr einum orði.”

 

Skriviskeið byrjar á Háskúlanum 15. oktober. Les meira í morgin!!

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

3 Responses to Skriviskeið við Gjógv

  1. Pingback: “Skriva eina stuttsøgu” á Háskúlanum - Rakel Helmsdal

  2. Pingback: Skriviverksmiðja í In mente - Rakel Helmsdal

  3. Pingback: Bílegg eitt skrivskeið - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *