Nógv tíðindi áðrenn New York-ferð

Nú hava ongi tíðindi verið her í longri tíð, men tað er tí so nógv er á skránni hjá hesum bloggu-skrivaranum.

Her eru nakrar uppdateringar:

perman_til_faldaranKaravella Marionett-Teatur hevur verið í summarsteðgi í august, men ein av komandi døgunum fer ein faldar út á allar dagstovnar o.l., har til ber at bíleggja sýningar hesar komandi mánaðirnar. Les meira hetta í morgin…..

 

 

bflHøvundurin Rakel hevur ikki skrivað tað stóra, síðani leikritið til Veiða vind, men ungdómsbókin, sum liggur hjá forlagnum, er væntandi at koma eftir jól. Næsta arbeið á skránni er nýtt leikrit til Karavella Marionett-Teatur. Hetta er so smátt fari í gongd.

Klandursskrímsl
logoEitt annað áhugavert høvundaarbeiði er eisini á skránni, nevniliga nýggjar skrímslabøkur! 28. oktober fara skrímslahøvundarnir til Oslo í samband við at Klandursskrímsl er útnevnd til nýggju barna- og ungdómsbókmentaheiðurlønina hjá Norðurlanda ráðharraráðnum. Tá fara við eisini at nýta høvi at vit endiliga eru saman til at taka tveir eyka dagar í Oslo til ein skrímslaverksmiðju. Vit fara at víðari við teimum trimum nýggjum handritum um lítla og stóra skrímsl, sum vit byrjaðu uppá mai 2012 í Íslandi.

Nýggjastu tíðindi á skrímslafrontinum eru annars hendan greinin úr svenska blaðnum Norrtelje Tidning tann 3. september, altso í dag 🙂

grein

 

logoUiFminiProjektleiðarin Rakel Helmsdal, er eisini farin undir eitt stórt afturvendandi projekt: Ung í Føroyum 2013.

Stevnan verður aftur 15. til 17 november og ein plakatkapping hevur verið hildin í hesum sambandi. Vinnarin verður avdúkaður komandu dagarnar. Les meira her: www.ungiforoyum.info

Eg eri faktisk eisini við í trimum øðrum stórum verkætlanum, men hesar fari eg ikki at blogga um fyrr enn seinni í heyst 🙂

Faroe_stamp_365_sanna_av_skardi_and_anna_suffia_rasmussenViðv. skriviskeiðnum á Háskúlanum, so er tað av ymsum ávum flutt til eftir heystfrítíðina. Meira kemur um hetta seinni í mánaðinum.

 

 

tjørnuvíkMen nú fríggjadagin fari eg á kórferð! Til Reykjavíkar og New York við Tórshavnar Kamarkórið!! Og eg fari kanska at gera eina ferðablogga hesar dagarnar…. Um tað annars verða stundir til tað millum flogfør, venjingar, konsertir og nógvar aðrar upplivingar.

 

Um ikki, so eri eg aftur at hitta tann 17. september her heima 🙂

 

Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *