Í gjár vóru aftur 650 orð í Góðan morgun Føroyar. Hetta var 11 sending og higartil eru 134 søgur komnar inn tilsaman til allar sendingarnar. Hesaferð vóru tær 11, sum vóru um evnið Vetur. Ein søga um vetur, men við einum twisti.
Søgan eg valdi at lesa upp, Jólagesturin eftir Káru Løkin, var ein slík. Eg siti enn og hugsi um, hvør av teimum mundi vera spøkilsi. Tá ein tekstur situr eftir í tær, so tú setur tær spurningar, er tað í hvussu so er okkurt, sum riggaði.
Her er samrøðan vit høvdu í studinum.
Eg valdi tríggjar aðrar søgur út at verða lisnar upp. Tær eru Veturin eftir Liljuni av Fløtum Petersen, Vitjanin og Aftur í ár eftir Poulu Eyðbjørnsdóttir.
Evnið til næstu ferð funnu teir tríggir vertirnir í studiinum. Tey vóru biðin um at hava hvørt sítt ting inn við. Lutirnir vóru:
- ein kirsuberjareyð varrastift
- ein bleytur klútur
- ein aktionmaður
Skriva ein tekst um hesar lutir, nýt í mesta lagið 650 orð og send til gmf@kvf.fo. Her er ein mynd av lutunum.