Dragukistan – 650 orð

still-no-soul-print-roweHósdagin 27. november vóru tey 10. 650 orðini í Góðan morgun Føroyar. Evni hesaferð vóru 3 orð at kveikja sær hugin: Regn, kista og egg.

Bergljót Debes Hentze valdi orðið regn, tá eg spurdi hana, meðan vit vóru “in the air” (tað regnaði ikki tann morgunin), og eg hevði hini við mær heimanífrá, satt at siga høvdu børnini hjá mær valt tey 🙂

Tað letur til, at hesi orð vóru sera kveikjandi, tí ikki minni enn 17 søgur komu inn, nógvar góðar!

Sera nógv høvdu fata orðið “kista” ørvísi enn eg. Tað var orðini í merkingini skattakista, ella klædnakista ella kamferkista el.l., men nærum meginparturin av 650 orð-høvundunum høvdu valt orðið líkkista. Úrslitið var tí nógv øðrvísi enn eg hevði ímynda mær og sera dapurt. Tað er kanska ringari at viðgerða stór evni sum deyðan, tá tú bara hevur 650 orð. Fleiri av júst hesum døpru søgunum bóru brá av at ikki at vera lidnar, at tørva fleiri orð.

Men eg valdi tríggjar burturúr, sum vóru so mikið lidnar og góðar, at eg helt tær áttu at sleppa út í luftina.

Dragukistan hjá Sólvør P. Niclasen, valdi eg alt lesa í sendingini, tí hon var so áhugaverd og øðrvísi og Eggið hjá Simonu Midjord og Gráur himmal hjá dulnevndum høvunda verða so lisnar so tveir aðrar morgnar.

Lurta eftir sendingi her.

Evnið til komandi sending er “Vetur”, men tað skal vera “with a twist”, onkrum sum ger okkum bilsin!

Sendi til gmf@kvf.fo áðrenn týsdagin tann 2. desember á middegi!!

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *