So hava tey 650 orðini aftur verið í Góðan morgun Føroyar og nýggj uppgáva er sjálvandi komin til næstu viku.
Hetta er tað, sum tit hugaðu høvundar kunnu hugna tykkum við komandi dagarnar:
Eftir ervið
Scenan er hendan:
Fimm fólk sita og bíðja hjá sakføraranum. Eitt testamentið skal latast upp.
Tann deyði er ein eldri ríkmaður, sum altíð hevur verið loyndarfullur um sítt persónliga lív og ikki er komin sær nógv millum fólk.
Tey fimm sum bíðja eru:
- ein eldri kvinna
- ein yngri kvinna, eini 30 ár yngri enn deyði
- ein eldri maður
- ein ungur maður
- ein fimti persónur, sum tú sjálvur avgert aldur og kyn á
Ongin av teimum fimm kenna tann deyða, men øll látast at kenna hann og vilja fyri alt í verðini ikki avdúka fyri hinum, at tey ikki kendu hann.
Øll søgan fer fram í bíðirúminum hjá sakføraranum. Tú gert sjálv/ur av, um sakførarin er við í søguni ella ikki.
Tips:
Tað kann vera lættari at skriva tekstin, um tú fyrst gert tær greitt, hvørji hesi fimm eru. Ger persónslýsingar av teimum og sambondunum teirra millum, um tað yvirhøvur eru nøkur.
Teksturin skal sendast til gmf@kvf.fo. Seinasta freist er týsdagin tann 18. november á middegi.