Tíð og aðrar søgur – 650 orð

650 orðNú eru nakrir dagar farnir síðani seinastu 650 orðini, men her er so kortini tátturin í GMF og sjálv søgan.

Uppgávan í síðstu viku var ikki heilt einføld, ein persónur skuldi skapast úr 5 orðum og søgan sigast um viðkomandi. Men nógv høvdu tikið av avbjóðingini. Heili 11 søgur komu inn, og nógvar av teimum sera góðar. Søgan “Tíð”, sum var skrivað av 15 ára gomlum dulnevndum høvunda, var tann útvalda til dagin, men 3tríggjar aðrar søgur vóru lisnar dagarnar eftir.

Her ber til at hoyra allan táttin.

Her er søgan Tíð (dulnevndur høvundur)

Ævintýrahúsið hjá Jonnu Poulsen

Kritmolin hjá Riu Torgarð

Myndaskjáttan hjá Jensinu Olsen

Og so uppgávan!!!

Ikki nyttar at gera so nógv burturúr nú, tí freistin er farin, men uppgávan var heilt einføld. Skriva 650 orð út frá orðinum “Brúgvin”.

12 søgur eru komnar inn, sum eg nú fari at seta meg at lesa……

 

Tagged , , , , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *