Í gjárkvøldið upplivdi eg, saman við eini 70 øðrum fólkum, at søgur gera mun. Eg helt ein heilt nýggjan fyrilestur fyri 1. ferð og hevði eina frálíka uppliving.
Í fleiri dagar frammanundan stúrdi eg illa, meðan eg fyrireikaði fyrilesturin. Mær dámar onki at standa fyri eini fjøld av ókendum fólkum og bara tosa. Tað er nakað annað, tá eg spæli leikirnar hjá Karavella Marionett-Teatri, tá síggja áskoðararnir meg ikki, og tað er eisini øðrvísi, tá eg havi verkstovur, ti tá skal eg seta fólk í gongd við at arbeiða sjálvi. Hetta við at standa og sjálv vera í fokus í ein heilan tíma, tað er ikki bara bara…
Men eg yvirlivdi! og satt at siga gjørdist tað stuttligar og stuttligari, longur eg kom inn í fyrilesturin, tí hóast áhoyrararnir ikki søgdu eitt kis, so kendi eg, at tey vóru áhugað og forvitin at hoyra meira. Tá eg næstan ein tíma seinni bjóðaði teimum at runda av við einum ævintýri, ljóðaði tað, sum tey einmælt tóku av. Og tá vit prátaðu yvir drekkamunnin aftaná, vóru tey full av spurningum og viðmerkingum.
Upprunin til hendan fyrilesturin er ein umbøn frá einum framskygnum dagstovni, nevniliga Barnagarðurin á Svangaskarði við Tóru Johannesen sum leiðara. Tóra spurdi meg einaferð tíðliga í ár, um eg hevði hug halda eitt skeiði um at siga søgur á teirra ráðleggingardegi.
Eg hevði ongantíð hildið eitt slíkt skeið, og eina løtu ivaðist eg. Havi eg førleikarnar til at halda eitt slíkt skeið? Eg eri ikki frásøgufólk, soleiðis professionelt…. Men eftir at hava hugsa meg um, kom eg til, at jú, tað havi eg avgjørt førleikar til. Tað er jú tað, eg næstan altíð fáist við: At siga søgur í onkrum formi ella øðrum. So hví skuldi eg ikki kunna lært onnur nakað um at siga søgur?
Tann 21. mars helt eg verkstovuna “Sig søgur, so vit minnast tær” á Svangaskarði. Les meira um tað her.
Eftirmetingarnar frá skeiðsluttakarunum vóru sera positivar. Tey hildu seg hava fingið nýggj amboð at siga søgur við og tey sóu nú hetta at siga søgur við nýggjum eygum. Endamálið rokkið 🙂 Einasta kritikpunktið, ið vendi aftur, var at ein dagur var ov stutt til skeiði 🙂
Men samstarvið við Barnagarðin á Svangaskarði steðgaði ikki har. Tey spurdu meg nevniliga eisini, um eg kundi halda ein fyrilestur um sama evni á teirra felags foreldrafundi ein mánað seinni, og tað var so hesin eg helt í gjárskvøldið.
Áhoyraranir vóru foreldur og starvsfólk á barnagarðinum, frítíðarskúlanum og dagrøktini í Tofta kommunu og tey vóru møtt fjølment, eg giti, at har vóru meira enn 70 (men eg taldi tey so ikki…).
Eg havi kallað fyrilesturin “Søgur gera mun“. Hann snýr seg í stuttum um:
- hví vit skulu siga søgur fyri hvørjum øðrum
- hvussu vit vit skulu velja søgurnar
- hvussu vit skulu læra at lurta
- og hvussu vit kunnu gerast betri frásøgufólk.
Eftir hesa uppliving kann eg bara heilsa og siga, at eg geri tað fegin aftur. Bæði verkstovuna “Sig søgur so vit minnast tær” og fyrilesturin “Søgur gera mun”.
So eru tit ein dagstovnur, sum hevði brúk fyri at fáa kveikt hugin hjá starvsfólkinum til at siga fleiri søgur fyri børnunum, so er bara at seta tykkum í samband við meg. Kanska eisini onnur enn dagstovnar kundu havt hug at lært meira um at siga søgur 🙂
Og túsund takk Tóra, at tú gavst mær hendan møguleikan at gera nakað heilt nýtt!! Tað kan ongantíð metast nóg høgt at fáa nýggjar avbjóðingar!
Pingback: Nýggjastu skeiðini - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal