Fríggjadagsmyndin: Myrk skuggaspøl

Síðsta fríggjadag átti eg sjálvandi at hava lagt út eina laaaaangafríggjadagsmynd, men tað var av ongum. Vit høvdu øll frí, sjálvt eg 🙂 Sum sjálvstøðugt listafólk hevur tú satt at siga ongantíð frí. Um har er ein løta, har onki hendir, tú kennir á tær, at tú eigur at fara undir eina av teimum mongu verkætlanunum, sum liggja á láni: gera rekvistittir til leikhúsið, venja við dukkunum, skriva hetta ella rætta hatta, senda nakrar teldupostar til ta ella ta verkætlanina – skriva eina bók… o.s.fr. Men onkuntíð mást tú so bara toga stikkaran út, – bókstaviliga 🙂 so ongin langafríggjadagsmynd hesaferð.

Men í dag er púra vanligur fríggjadagur har eg skal fundast, fyrireika skeið, fyrireika upptraðkan, koyra børn aftur og fram til ymiskt + alt hitt, so nú havi eg saktans tíð til eina mynd 😉

skuggamarionett

Nútímans skuggamarionett úr klæði o.ø.

 

Skuggamarionettir er ein øgiliga gomul listagrein, helst ein tann elsta. Í Kina eru prógv um, at skuggamarionettir vórðu nýttar fyri heili 2000 árum síðani.

Tað er ótrúligt, hvat ber til at gera við ljósið og skuggum og eg eri bara júst byrja at spæla mær við møguleikarnar. Hetta er ein heil verð av møguleikum! Karavella Marionett-Teatur nýtti eitt sindur av skuggamarionettum í leikinum Skrímslini, og í komandi leiki Dansa so væl og leingi verður eisini onkur farvegur av skuggum.

Her er ein lítil grein um skuggar. Tað er hagani at hendan spennandi myndin er tikin. Onki stendur har um, hvørjum leiki hon er úr, tíverri. Í hvussu so er er hetta ein spennandi dømi um hvussu tað ber til at nýta ymisk tøkni at gera ein myrkan gandakendan skapning.

Tagged , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *