Í dag fekk eg eitt so praktfult og lívsjáttandi bræv. Tað var frá 4. flokki í Hvalbiar skúla, sum saman við 1., 2. og 3. flokkið hugdi at leikinum “Veiða vind” síðsta týsdag:
Vitjan í Hvalbiar skúla
Ein vátan og ilsligan dag í februar fingu vit áhugaverda vitjan í Hvalbiar skúla. Vit vóru so heppin at fáa vitjan av leikhússtjóranum á Karavella Marionett-Teatrinum Rakel Helmsdal.
1. fl., 2.fl., 3.fl. g 4. flokkur fingu møguleikan at síggja tónleikaævintýrið ”Veiða vind”.
Vit í 4. flokki fara nú at skriva eitt sindur um hetta upplivilsið.
Tað er ikki so ofta, at vit her í Suðuroy síggja ein barnaleik, so fyri okkum er tað altíð so spennandi og upplivilsisríkt.
Karavella Marinett-Teatrið hevur vitjað okkum fyrr, vit hava sæð bæði leikin um ”Revin við silkiturriklæðinum” og leikin um “Skrímslini”, og tað vóru flottar sýningar og góðar søgur.
”Veiða vind” er ein søga, sum Rakel Helmsdal hevur skrivað, og tað er eisini hon, sum hevur skapað dukkurnar, pallin, pallmyndirnar. Tað er eisini nógvur tónleikur at hoyra, og tað er tónasmiðurin Kári Bæk, ið hevur gjørt tónleikin. Tónleikurin er sera, sera góður. Ja, tað er næstan sum at vera til eina konsert við Føroya Symfoniorkesti. Tað er stuttligt at hoyra eina upptøku hjá Føroya Symfoniorkesti í samband við marionett-dukkur, tónanir fáa rættuligt lív í allar rørslurnar og stemmningin á pallinum. Pallurin er ikki so stórur, men hetta slag av tónleiki – fær pallin onkursvegna at vaksa. Pallmyndirnar gerast so livandi, og Rakel dugir so meistarliga væl at leggja røddir til teir ymisku leiklutirnar.Vit vita, at Rakel hevur sagt, at pallmyndirnar eru gjørdar við íblástir frá ævintýrkendu myndunum hjá listamanninum Janusi Húsagarð.
Tónleikaævintýrið er um tvey smá systkin, sum spæla úti ein vakran várdag, og tey hava ein stórabeiggja, ið skal passa upp á tey. Tað hendir nógv í leikinum, hugflogið hjá børnunum fer á flog og alt møgulilgt, sum vit vita ikki ber til – tað hendir. Vit síggja eina álvagentu, eina bjørn, eina ørn, og ein dreka, sum kann tosa. Vit fylgja einum lítlum drongi, ið vil gerast riddari, eins og Ólavur Riddararós. Hann upplivir bæði ljósar og myrkar kreftir í náttúrini, og so hevur hann eina spæliglaða systur. Alt endar væl, lítlibeiggin fær roynt seg, og áðrenn søgan endar, so hevur hann bæði verið í bardaga, fingið hjálp frá eini álvagentu, og hevur flogið á einum vandamiklum dreka. Vit halda eisini, at tað var okkurt, ið vit ikki rættuliga skildu, tí fantasi og veruleiki var blandað nógv saman, tó var tað onkur í flokkinum, ið segði, at tey skiltu alt.
Tað er eisini sera læruríkt at síggja, hvussu eitt Marionett-teatur virkar. Har eru so nógvir smálutir, ið skulu passa til stóru heildini, og so nógvir trægrir, ið skulu stýrast.
Vit vilja hervið takka leikhússtjóranum Rakel Helmsdal fyri eina sera góða sýning. Vit gleða okkum longu til næstu søguna/leikin.
Kanska onkur av okkum ein dag verður Marionett-Teatur Leikhússtjóri, kanska!