Ein hægri eind

Tað er hugfarsligt, sum alt onkuntíð gongur upp í eina hægri eind. Nú, ið eg eri farin undir marionettverkætlanina, renni eg meg á marionettir allastaðni.

Massimo D’Angeli, Hermia Flynn, Ulf Boman og Vilma Myska á arbeiðsborðinum.

Í mars var eg í París, á Salon du Livres, og mín sann um har ikki var ein av bókabásunum, sum hevði marionettir hangandi. Í básinum sat ein gamal maður, ein marionettmakari úr Amiens, sum hevði gjørt marionettir í 35 ár.Í Amiens hava tey eina sera gamla marionett-traditión, har høvuðspersónurin er marionettin Lafleur. Ein bók varð skrivað um Jean-Pierre Facquier, gamla marionettmakaran, tí var hann í básinum. Eg prátaði leingi við hann og forleggjarin hjá honum, og keypti bokina frá teimum, sum teir signeraða á lokala málinum í Amiens, púra óskiljandi. Eg tók eisini myndir, men myndatólið hjá mær varð stolið sama dag, við myndunum í 🙁 Men eg fann bókina á netinum so her er hon. Les meira um hana við at trýsta á leinkjuna.

Marionettmakarin sat sjálvur á bókamessuni og signeraði. Les um hann og bókina HER

Eitt stuttligt var við hesum marionettunum: tær eru stýrdar á næstan sama hátt sum tær í Prag, altso sum mínar. Tað sær annars ikki út til at vera vanligt í Vesturevropa. Eg finni nevniliga ikki nakrastaðni í mínum bókum hetta slagið av marionettkontrolli: ein metalstong og træðrir. Hesin er kortini ikki heilt so smartur, tí tú noyðist at nýta tvær hendur, og ikki bara eina sum við mínum.

Í apríl var eg á Álandi saman við hinum skrímslahøvundunum Áslaug og Kalle, og har vitjaðu vit skúlar og høvdu verksmiðjur og løgdu fram skrímslabøkur. Á einum skúla nevndi eg marionettir, tá vit presenteraðu okkum, og aftaná kom skúlabókavørðurin til mín og segði, at hon hevði eitt yvirraskilsi til mín: Eina marionettframsýning!! Ein lokalur marionettmakari hevði meira ella minni permanenta framsýning har á skúlabókasavninum.

Her eru myndir frá framsýningini:

Marionettirnar vóru meira stuttligar enn vakrar.

Tær vóru úr stoffi og papmaché, bæði tilfar, sum ikki loyva fínar detaljur.

Tíverri sótu nógvar aftanfyri glas, sum ikki kundi flytast, so myndirnar eru so sum so…..

Hendan appilsingula á súkkluni, søgdu tey, var sjálvsmynd av marionettmakaranum sjálvari.

Tagged , , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *