Mínar marionett-bøkur

Mín áhugi fyri marionettum er sum sagt elligamal, eg havi lænt torn av bókum á bókasøvnum um evni millum ár og dag, men hesi seinastu árini havi eg eisini keypt mær nakrar deiligar bøkur. Her er ein listi:
Komplet er hon nokk ikki, men her eru nógvar góðar upplýsingar at finna. Les um hana HER
Hetta er ein søgulig gjøgnumgongd av victoriansku marionetttraditiónini. Eg eri ikki liðug at lesa hana, men tað nái eg helst onkran dagin. Meira um bókina HER
Hetta er ein av teimum ordiliga góðu bókunum um marionettir. INFO
Hetta er eisini ein frálík bók. Les MEIRA
Hetta er eitt gott uppslagsverk. Les MEIRA

Hetta vóru allar mínar nýggju bøkur, men eg havi havt aðrar áhugaverdar í mínum bókasavnið leingi, t.d. hesa:

Gudmund bróðir hevði hesa heim við til mín úr Kina fyri skjótt nógvum árum síðani, saman við nøkrum fantstiskum ektaðum kinesiskum skuggamarionettum. Tær skal eg taka myndir av onkran dagin… Eg fann eitt sindur um hana á netinum, les HER. Hetta er ein øgiliga flott bók, men hon var ikki væl inbundin, datt øll sundur, men eg var so heppin, at ein professionellur bókbindari tók sær av henni, so hon er sum nýggj, ella betur.
Hendan er ordiliga gomul. Eg keypti hana, tá eg búði í Fraklandi, t.v.s. fyrst í 1990’unum. Ein sum eitur Elen Le Roux hevur skrivað. Bókin hevur a verið nýprentað, tí eg síggi at hon er endurútgivin í 1993. Hendan er ikki so brúkilig sum tær nýggju, men sumt stuttligt at lesa kortini.
Hendan er ordiliga gomul, frá 1971. Eg minnist ikki, nær eg havi keypt hana, men tað man hava verið tá eg var í 20’unum. Her er onki um marionettir, bara um hond- og stavdukkur, men stuttlig bók kortini.
Hetta er ikki ein bók um marionettir, men um at moddelera. Eisini áhugavert fyri meg. Hon er úr “Burturkoyrdar bøkur”-kassanum á bókasavninum fyri skjótt nógvum árum síðani.
Ein praktisk bók um pallljós, sum eg keypti tá eg var á ljósskeið í Norðurlandahúsinum í samband við leikin Antigone í 1989. Her er bókin á enskum á Amazon.
Ein stuttlig gonul bók um sjónleik. Onkur tips eru eisini at finna.
Tagged , , . Bookmark the permalink.

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *