Fyri einum árið síðani sendi Kringvarp Føroya hetta tónleikaverkið, sum Føroya Symfoniorkestur spældi á konsert einaferð. Tað var Enigma Variations hjá Edward Elgar, sum skaldsøgan “Hon, sum róði eftir ælaboganum” er bygd upp eftir.
Júst sama dag, fyri einum árið síðani kom áðurnevnda skaldsøga út, á hugnaligari bókaframløgu í Gamla Bókhandli.
Hetta kendist fyri meg, sum eitt sera løgið samanfall, tí upptøkan var ikki heilt nýggj og KvF kundu havt sent hana einhvønn annan dag.
Hvussu er og ikki, so hevur skaldsøgan nú eitt ár á bakið. Í gjár fekk eg ársuppgerð frá forlagnum og tað letur til, at bókin er væl seld. Eisini bókasavnið sigur, at útlánið er gott. Tað er ordiliga gott at fáa at vita, tí sjálv havi eg onki hoyrt um bókina, hetta seinasta árið. Absolut onki ummælið hevur verið nakrastaðni, og í gjár fekk eg ein av teimum heilt, heilt fáu spontanu viðmerkingunum frá einum lesara um, at tað var ein góð bók.
Tað hevði verið ræðuliga spennandi at fingið eitt ummælið, men tað er opinbart ov nógv at biðja um í Føroyum…