Hevur TÚ hug at sleppa á rithøvundaskúla í Svøríki?

Nú stendur øllum føroyingum millum 15 og 19 í boðið at kappast um 3 pláss á høvundaskúla fyri ung ein heila viku í Svøríki í summar.

2.-8. august 2015 bjóðar Nordens folkhøgskole á Biskops-Arnö í Svøríki skrivihugaðum ungum millum
15-18 ár úr øllum norðurlondum til norðurlendskan rithøvundaskúla fyri ung. Skeiðið er ókeypis, og heilir sjey norðurlendskir rithøvundar skipa fyri vikuni á tremur við lesing, skriving, tekstsamrøðu og høvi at hitta onnur ung. Undirvísingin fer fram á skandinaviskum máli og enskum.

Hetta er eitt serstakt høvi hjá tær, sum hevur hug at skriva, og sum leingist eftir at hitta onnur við somu
dreymum og áhugamálum.

FFU15_mynd1

Tað einasta tú skalt gera fyri at hava ein møguleika, er at skriva eina umsókn innan umsóknarfreistina 12. apríl 2015.
Umsóknin skal innihalda:

  • Ein tekst, 1-2 A4-síður, sum tú sjálv(ur) hevur skrivað. Tema: “Eg – ein rithøvundur”.
  • Navn
  • Adressu
  • Telefonnummar
  • Teldupostadressu
  • Foreldur (um tú ikki er fylt(ur) 18 ár)

Umsóknin skal sendast til: forfattarskolan.unga.arno@folkbildning.net

ÓKEYPIS AT LUTTAKA
Rithøvundaskúlin fyri ung er ókeypis. Undirvísing, ferðakostnaður, matur og gisting verður goldið av Norðurlendska Ráðharraráðnum, sum hevur sett sær sum mál at stuðla barna- og ungdómsbókmentir. Tað einasta, sum tú sjálv(ur) skalt hava við, er lummapengar.

Her er pdf-faldarin við øllum upplýsingunum um skúlan: nffu_2015_foroyskt 2

2014-08-08  132440

Jórunn Maria, Alda og Vár

Høvundaskúlin er ein ógloymandi hending. Tær tríggjar Jórunn Maria Dalsgaard, Alda Sigurdsdóttir Lamhauge og Vár Fossdal Sjóðklett vunnu hendan møguleikan á skrivikappingini fyri 9. flokkar í fjør, og saman við hinum 27 ungu úr norðurlondum søgdu tær, at hetta var ein tann besta upplivingina í lívinum.

Her er ein myndarøð frá vikuni í fjør, sum kann geva eitt lítið innlit í skúlagongdini.

Tagged , , . Bookmark the permalink.

One Response to Hevur TÚ hug at sleppa á rithøvundaskúla í Svøríki?

  1. Pingback: Tíma føroysk ung ikki at skriva? - Hugspor og blik - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *