Stuttligt at dáma væl sjónleik hesar dagarnar, serliga um tú býrt í Havn ella ætlar tær til Havnar.
Kabarett
Í Sjónleikarhúsinum venja tær Ólavsøkukabarettina:

Kvinnurnar handan Ólavsøkukabarettina 2013
Eg finni onga heimasíðu hjá kabarettini, men her hjá Kvinnu, hava tey flest upplýsingar.
“Kabarettin í ár er ógvuliga fjølbroytt. Bæði tað sum sketjirnar handla um og formurin á sketjunum. Hon er stuttlig og stingandi. Har er okkurt fyri øll.
Fyrst og fremst fokusera vit uppá at gera eina góða og stuttliga kabarett,’ sigur ein at enda ‘men nú mugu vit fara aftur til venjingarnar, enn er okkurt eftir at fáa uppá pláss.>
Leikararnir eru: Barbara Hentze Í Stórustovu, Durita Dahl Andreassen, Lisa Í Dali, Mariann Hansen, Marita Svartá og Rakul Thomsen.
Forsølan av atgongumerkjunum byrjar í dag, 24. juli, niðri í Sjónleikarhúsinum. Forsølan hevur opið hvønn dag millum kl 16.00 og 18.00. Atgongumerkini kosta 150 kr.”
Sýningarskráin sær soleiðis út:
26 juli – Premiera kl.20:00
27 juli – (2 sýningar) Kl. 20:00 og Kl. 22.00
28 juli – (2 sýningar) Kl. 18:00 og Kl. 20:00
29 juli – (2 sýningar) Kl.18:00 og Kl.20:00
30 juli – (2 sýningar) Kl.18:00 og Kl.20:00
Barnaleikur
Á Ólavsøku verður eisini ein nýggju barnaleikur á Tjóðpallinum. Tað eru tey bæði Katarina Nolsøe og Hans Torgarð sum seta upp “Keisarans nýggju klæðir”. Heldur ikki her, finni eg nakra heimasíðu, bert eitt Facebook-tiltak. Men har stendur so:
“Kenda ævintýrið hjá H.C.Andersen ‘Keisarans nýggju klæðir’ verður nú sett upp sum sjónleikur á Tjóðpallinum.
Sum tey flestu vita, so snýr søgan seg um ein forfongiligan keisara, ið bara hugsar um klæðir og útsjónd. Hann gloymir púrasta at stýra landinum, og brúkar allar skattapengarnar upp á seg sjálvan. Ein dagin koma tveir skræddarar, ið siga seg duga at gera tey fínastu klæðini í heiminum: Tey eru ósjónlig hjá ódugnaligum ella býttum fólki. Og hesi klæðini vil keisarin sjálvandi hava.
At lumpa seg sjálvan av berari forfongiligheit og ræðslu fyri sínum egna umdømi er eitt evni sum ongantíð er vorðið óaktuelt síðan H.C. Andersen skrivaði søguna fyri skjótt tveyhundrað árum síðan.
Tað eru Katarina Nolsøe og Hans Tórgarð sum hava gjørt søguna til leik, við tí fyri eyga at gera hana so stuttliga og rokuta sum gjørligt. Tey bæði hava eisini átikið sær at spæla allar leiklutirnar sjálvi, so tað verður ein rokmikil og festlig uppliving hjá bæði børnum og vaksnum. ‘Keisarans nýggju klæðir’ verður framførdur í fyrstu atløgu á Ólavssøku, báðar dagarnar klokkan 16.00 og 18.00, á Tjóðpalli Føroya.
Ætlanin er at halda fram eftir Ólavssøku eisini – meira um tað seinni.”
Marionettleikur
Meðan fólk bíðja eftir Ólavsøkuni, ber eisini til at stytta sær stundir við sjónleiki. Úti á gamla Náttúrugripasavninum í vakra umhvørvinum á Debesartrøð verður í løtuni marionettleikurin “Veiða vind” spældur. Í dag, 25. juli, í morgin 26. og í ovurmorgin 27. juli verða sýningar kl. 14 og 16.
Leikurin er fyri børn og annars øll sum elska ævintýr. Atgongumerki à 100 kr eru at fáa ein tíma undan sýning.
Til ber at leggja atgongurmerki av til sýningarnar við dyrnar ella við at senda boð til rakel(kurla)helmsdal.fo ella ringja til 216596.
Her á blogginum kunnu tit lesa ymiskt um Veiða vind.
Skemtileikur
Í skrivandi stund veit eg lítið um hetta tiltakið, men tað letur til at ein leikur við navnið “Tað perfekta parið” verður at síggja á Tjóðpallinum í næstum, haldi meg hava skilt, at tað er ein skemtileikur. Finni onki uttan eitt Facebook-tiltak um hetta. Har stendur:
“Marita Dalsgaard og Bárður Persson eru Tað perfekta parið. Tað ber til, at hitta Tað perfekta parið á Tjóðpallinum summari 2013.”
Spennandi at vita meira um hetta!!
Dansiteatur
Júst nú komi eg fram á eitt spennandi tiltak afturat, nevniliga eina dansiteatursýning í Öströms.
Hetta stendur um tiltakið á Facebook:
Skráin sær soleidis út:
Fríggjadag 2. August: 18.00
Leygardag 3. August: 18.00 og 20.00
Sunnudag 4. August: 17.00
TAKE ME INTO YOUR SKIN
– Ein intensiv sýning um tvingsilsnevrotiskan atburð, ið útviklar seg millum tvey fólk, ið ikki fáa tað, tey vilja hava frá hvørjum øðrum, hóast tey leita og kempa fyri tí.
Tað snýr seg um longsul, um eina tærandi tráan eftir at fylla eitt tómrúm innaní, um at vera bundin av onkrum, ið skaðar teg.
Umvegis dansin uppstanda dramatiskar og kensluligar løtur. Myndir, frásøgur og inntrykk dánast fram í eini limbo-líkandi støðu, id hesi bædi fólkini eru stødd í, medan ein triðji leiklutur stillisliga eygleiður tey.
Koreografur: Elina Akhmetova (RU)
Dansarir: Elina Akhmetova, Búi Rouch (FO), Elien Rodarel (F)
DREI
– er ein umtulking av upprunastykkinum DREIZEHN – eitt stykki vid 13 monnum, ið bleiv framført í Gasteigteatrinum í München í Mai 2013. Til hetta høvið verður stykkið sostatt umskapað til eina mannliga trio. Koreografiska tilfarið ferðast frá organiskum/flótandandi rørslum yvir í tað meira ráa og eksplosiva. Saman við gátuføra tónleikinum verða tankarnir leiddir til esketiska munkatilveru og kríggj.
Koreografur: Johannes Härtl (DE)
Dansarir: Matteo Sacco , Elien Rodarel, Búi Rouch
e-SOLO:
Hvat sker tá fimm dansarar við hvør sínari solo hittast og skulu seta tær inn í eitt scenario, har hesar solo’irnar skula framførast saman og geva meining? Vid dramatiskari vegleiðing frá einum leikstjóra fara vit at kanna hetta vikurnar undan frumframførsluna, tá dansararnir hittast fyri at venja saman til sýningina. Tað snýr seg um at hava lívligt hugflog, vera opin fyri góðum hugskotum og ikki at aftra seg. Vit eru spent uppá úrslitið og vænta okkum okkurt bilsið, og at áskoðarnir verða tiknir á bóli!
Leikstjórn: Sóley Danielsen (FO)
Dansarir: Andrea Joensen (FO), Elin Maria Nolsöe(FO), Búi Rouch, Elien Rodarel, Matteo Sacco
Prísur: 80 kr. (Lesandi: 60 kr.) Atgongumerki kunnu bíleggjast á tlf. 587782 (ring ella send sms vid tali av gestum og navni) ella vid dyrnar.”