Fleirmælt sponsk skrímsl

4sponskskrimsl

Í síðstu viku fekk eg ein áhugaverdan pakka. Í honum vóru tvær bøkur á fýra málum, og tað sera áhugaverda við hesum var, at hetta vóru fýra mál nýtt í einum og sama landi: Spania.

“Nei, segði lítla skrímsl” og “Stór skrímsl gráta ikki” hava verið til á ríkissponskum í fleiri ár, men forlagið, sum gav tær út, Random House Mondadori, valdi bara at geva hesar báðar fyrstu út.

Nú hevur so eitt annað spanskt forlag, Sushi Books, tikið yvir. Hetta er eitt minni forlag, men tey geva bøkur út á øllum teimum fýra sponsku málunum í senn: spanskt, galisiskt, katalanskt og baskiskt.

Tí tosa lítla og stóra skrímsl nú 13 mál!!

  • føroyskt (upprunamál)
  • íslenskt (upprunamál)
  • svenskt (upprunamál)
  • danskt (umsett)
  • norskt bokmål (umsett)
  • nýnorskt (umsett)
  • finskt (umsett)
  • franskt (umsett)
  • kinesiskt (umsett)
  • spanskt (umsett)
  • galisiskt (umsett)
  • katalanskt (umsett)
  • baskiskt (umsett)

Tað eru fáar føroykar bøkur sum kunnu siga seg hava hendan heiðurin, og kanska eru fleiri mál ávegis…..

Í Spania hava tey tikið sera væl móti bókunum. Her eru fleiri leinkjur við ummælum, á fýra sponskum málum…..

MOSTRA_DI_NON

 

 

Tagged , , , , , , , , . Bookmark the permalink.

One Response to Fleirmælt sponsk skrímsl

  1. Pingback: Nýggjastu skrímslatíðindini - Rakel Helmsdal

Leave a Reply

Your email address will not be published. Required fields are marked *