Leygardagin tann 5. apríl var tann stóri endabresturin á tveimum stórum verkætlanum: Kom og les – barna- og ungdómsbókafestivalurin og Skrivikappingini fyri 9. flokkar.
Skráin var sera fjølbroytt:
Mentamálaráðharrin setti dagin og síðani sang barnakór hjá Paula Hansen úr “Loppugras” hjá Sólrún Michelsen. Sunniva Berg var vertur og vegleiddi áhoyrararnar gjøgnum tiltøkini.
Nógv lurtaðu so eftir frálíku konsertini hjá Jensinu Olsen og nøkur av teimum vaksnaru áhoyrarunum lurtaðu eftir samrøðuni millum Gunnar Nolsøe og Rakel Helmsdal um nýggju bókina “Hon, sum róði eftir ælaboganum”.
Eitt tað mest spennandi var avdúkanin av vinnarunum av skrivikappingini fyri 9. flokkarnar, men hendan hátíðarløtuna fær sína egnu bloggu HER.
Meðan verkstovur og framsýningar og ævintýraupplestur vóru um alt Norðurlandahúsið, vóru skiftandi tiltøk í Klingruni: Bergur Rasmussen læs um Herviliga Henry, Helle Thede Johansen greiddi frá um tey úr 5. b, Gunnar Nolsøe hevði samrøðu við Rannvá Næs Hoydal og Marnu Jacobsen, og ein barnalesiringur av Viðareiði greiddi frá.
Her er eitt myndasavn frá degnum.
- Tað er stórt arbeiði at seta framsýningarnar upp.
- men hugnaligt kortini….
- og avgjørt ikki keðiligt….
- Akuellar ungdómsbøkur
- Rúgvur av góðum barnabókum og møguleika fyri at avmynda teg sum flata kanini í bakgrundini.
- Sunniva Berg er vertur og bjóðar vælkomin.
- Mentamálaráðharrin setur Kom og les dagin
- Áhoyrarar lurta eftir barankórinum hjá Palla Hansen.
- Jensina bergtekur børn sum vaksin.
- Og fær eisini onkran við sær upp á pallin.
- Samrøða um Hon, sum róði eftir ælaboganum.
- Høvundurin greiðir frá.
- Janus í Húsagarði teknar saman við børnunum.
- Spentar ungar gentur bíðja eftir at fáa at vita hvørjar hava vunnið. Mynd: Eileen Sandá
- Páll Danielsen lesur vinnarasøguna.
- Brandur Enni syngur.