Bókajólagávuhugskot 2022

Nú hava vit 13. desember og eg ivist ikki í, at fleiri ganga og klóra sær í nakkanum og vita ikki, hvørja gávu tey skulu geva sínum kæru. Her eru nøkur hugskot til gávur, sum fara at geva nógvar tímar av undirhaldi og um tit njóta tær saman, eisini nógvar… les meira….

Nýggj og gomul skrímsl í Danmark – New and old monster in Denmark

Skrímslabøkurnar hjá Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og mær eru vælumtóktar um allan heim og tað hendir bæði at nýggja útgávur verða týddar og at eldri útgávur verða endurútgivnar. Í ár gav forlagið Vild Maskine, sum yvirtók nógvar bøkur tá Forlaget Torgard gavst, út 4 skrímslabøkur, tvær nýútgávur á donskum og… les meira….

Skrímsl í Japan / Monsters in Japan

lítla skrímsl og Stóra Skrímsl halda á við síni ferð út í verð. Í ár eru tvær skrímslabøkur komnar út í Japan, á forlagnum Yugi Shobou í Tokyo. おおきいかいぶつは なかないぞ (Stór skrímsl gráta ikki) kom í juni og まっくらやみのかいぶつ (Myrkaskrímsl) er júst útkomin. Vit høvundar, Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og… les meira….

Neyðars skrímsl / Monsters in Trouble

Neyðars skrímsl er 9. bókini í røðini um lítla skrímsl og Stóra Skrímsl eftir høvundatrioini Áslaug Jónsdóttir, Kalle Güettler og Rakel Helmsdal. Søgugongdin:Loðskrímsl er aftur komin at vitja lítla skrímsl, og hon sigur, at hon ætlar sær ikki heim aftur. Stóra Skrímsl verður sera ónøgdur. Men hví sær Loðskrímsl so… les meira….

Skrímslaskrá í Reykjavík / Monster Program in Reykjavík

22. og 23 september 2019 var Skrímslatiltak í Norðurlandahúsinum í Reykjavík og í Veröld – húsi Vigdísar Finnbogadóttir í samband við Útnorðurdagar í Reykjavík. Eg fekk møguleika at ferðast til Reykjavíkar, har eg búði í Norðurlandahúsinum, og Áslaug og eg høvdu nøkur tiltøk saman, eitt fyri vaksnum í Veröld, har… les meira….

Norsk skrímsl

Í juli komu tvær nýggjar skrímlsatýðingar. Hetta vóru “Monsterbesøk” (Skrímslavitjan) og “Monsterknipe” (Neyðars skrímls), sum komu út á norskum hjá forlagnum Skald, sum hevur givið út skrímslabøkur síðani 2011, tá “Nei! sa Veslemonster” kom út bæði á bokmål og nýnorskum. Fyrstu bøkurnar koma á báðum norsku skriftmálunum, men eftirfylgjandi eru… les meira….

Føroysk høvundavitjan í Letlandi / Faroese Author visits Latvia

Frá vøkru mølheyggunum í Nida fóru vit beina leið til Liepāja í Letlandi. Her fylgir fotofrásøgn frá døgunum í Letlandi. From the beautiful dunes of Nida we traveled directly to Liepāja in Latvia. Here follows some photo reportages of the days in Latvia.

Neyðars skrímsl vunnið heiður í Íslandi

Í gjárskvøldið var almannakunngjørt, at Neyðars skrímsl (á íslendskum: Skrímsli í vanda) vann íslendsku barnabókaheiðurslønina í ár! Undirritaða hevði tíverri ikki møguleika at vera á staðnum til hátíðarhaldið, men hinir báðir høvundarnir, Áslaug Jónsdóttir, høvundur og teknari og Kalle Güettler, høvundur, vóru á staðnum. Sjálvandi harmiligt at missa møguleikan fyri… les meira….

Myndabók, myndprýdd stuttsøga og yrking – útgávurnar í 2017

Tríggar útgávur varð tað til í 2017, allar komu seint á árinum. Tann stórsta av teimum var myndabókin Neyðars skrímsl, tann 9. skrímslabókin. Sum hinar Skrímslabøkurnar er hon eitt óvanligt samstarv millum tríggjar høvundar út trimum londum, Áslaug Jónsdóttir úr Íslandi, sum afturat at vera høvundur eisini ger flottu, úttrykksfullu… les meira….

Skrímslalív á ferð

Á Ólavsøku hevði Karavella Marionett-Teatur 7 sýningar av Skrímslalív á Tjóðpallinum. Væl varð vitjað og tær báðar seinastu sýningarnar vóru meir enn útseldar.   Í heyst fer Skrímslalív á ferð og til ber hjá skúlum, barnagørðum og øðrum stovnum ella fyritøkum at bíleggja sýningar. Karavella Marionett-Teatur kemur út til tykkara… les meira….