Í komandi viku verða tvey skriviskeið í Hvalba.
Tað eina er í skúlanum, har 7., 8. og 9. flokkur fara at leita eftir skrivigleðini í tveir dagar og vónandi finna hana.
Hitt skeiðið er fyri vaksnari luttakarar og lýsingina fyri skeiði ljóðar soleiðis:
Frá koli til gimsteinar:
Kom og finn skrivigleðina
Endamál:
Skeiðið gevur luttakarunum innlit og royndir í øðrvísi tilgongdum til skriving, at finna/endurfinna og varðveita gleðina við at skriva.
Innihald:
Um kreativa skriving/snarskriving:
Snarskriving er skriviháttur, sum broytir vanligu fatanina av, hvussu tekstir skulu skrivast. Eisini gevur hann eitt øðrvísi innlit í skrivitilgongdina.
Hjá nógvum er tungt at skriva sjálvt smærri tekstir. Hetta hóast tey duga at stava og hava lætt við at orða seg annars. Hjá teimum er skrivlig orðing vorðin ein trupulleiki og er upprunin ofta at finna í háttinum, sum skrivingin av fyrstani tíð er komin í gongd.
Vanliga tilgongdin er fyrst at læra at stava og orða seg, áðrenn farið verður undir at skriva. Eisini skal hvør setningur gerast liðugur og ljóða rætt, áðrenn hildið verður fram. Innihaldi skal skipast eftir ávísum reglum, byrjandi við inngangi og við úrskurði í endanum óansæð, um talan er um fakta ella fiktión.
Hetta kann vera ein tung tilgongd, men soleiðis nýtist skriving ikki at vera fyri at fáa góð úrslit. Tvørturímóti vísa kanningar, at tey, sum nýta kreativa skriving/snarskriving í síni skrivitilgongd, skriva nógv fleiri og longri lidnar tekstir enn onnur.
Kreativ skriving/Snarskriving kann ikki bara nýtast til at arbeiða við fiktión, hesin skriviteknikkurin kann eins væl nýtast til stílar, greinar, serritgerðir…. Fyri at hava eitt felags útgangspunkt, verður á skeiðnum dentur mest lagdur á at skriva fiktión. Skrivigleðin skal vera í hásætið, og somuleiðis skrivifrælsið: fræslið at skriva júst á tann hátt tær dámar best, bara tú kemur fram til eitt gott úrslit.
Skeiðssnið:
Skeiðið verður bygt upp so, at luttakararnir sjálvir skriva og royna teoriirnar í snarskriving, so hvørt sum tær verða gjøgnumgingnar. Hvør luttakari skrivar lítla stuttsøgu og fær persónliga vegleiðing, soleiðis at eitt endaligt úrslit kemur burturúr.
Skeiði er skipað sum felags skrivivenjingar, har øll arbeiða styttri og longri løtur við avmarkaðum uppgávum, lesa upp, práta um og læra av úrslitunum hjá hvørjum øðrum. At lesa tekstir upp fyri hvørjum øðrum er ein týdningarmikil partur. Hetta gevur luttakarunum innlit í fjølbroytni og møguleikar.
Vit ganga ígjøgnum ymsar skriviteknikkir, uppbygging av søgum, persónslýsing o.a.
Skeiði er týskvøldið 25. februar og mikukvøldið 26. februar frá kl. 18 – 21.