
William Heinesen: Kavarok, 1970 Oljukrit 26×21 cm. Avfotografera úr Filsni og hampafólk, Bókagarður 1980. Hendan vakra kavaroksmyndin, lýsir við sínum einføldu strikum so væl, júst hvussu kavarok kennist.
Í gjár hevði hann verið 115 ár, hevði hann livað. 115 ár er ein óvanliga høgur aldur, so tað er ikki so syrgiligt, at hann ikki náddi hann. Tí kunnu vit heldur ikki ilskast inn á hann fyri veðrið í gjár, sum satt at siga var heilt út av lagið og hóskar væl til hesa vøkru myndina av Kavarokið, sum hann teknaði í 1970.
Eg tosi um William, stjørnuskaldið v.m. undir Varða, sum var føddur 15. januar 1900 og sum hevur verið og er enn ein stór inspiratiónskelda hjá øllum (í hvussu so er) føroyskum listafólkum.

Litkritini eg fekk frá William
Eg kendi hann sum barn, ella mamma og hann kendust, so vit fóru av og á niðan Varðagøtu, har vit eisini búðu tá, at vitja. Eg minnist eini hugnalig hús og tvey fitt gomul fólk, Lisu og William. Einaferð vit vitjaðu í lítla kjallaraatelierinum hjá William, fekk eg eina stóra svávuldós av litkritum frá honum. Eg havi hana enn. Eg gjørdist ikki teknari…
Hann skrivaði, teknaði, klipti, gjørdi tónleik, var sminkøsa í Sjónleikarhúsinum v.m., eitt multilistafólk, og kanska er tað tað, sum hevur havt stórst ávirkan á meg. Tað ber til at fáast við ymsa list, eisini uttan at tað alt verður tann bera amatørisma. Tað ber til at duga fleiri ting og kombinera tey og gera okkurt heilt nýtt og áhugavert. Hevur tú innliti í fleiri listagreinar, kunnu tær ymsu listagreinarnar ávirka hvørja aðra. Hevði William t.d. ikki skrivað tónleik, hevði skaldsøgan “Glataðu spælimenninir” kanska ikki verið so musikalsk, sum hon er?